Víkingur og KÍ fara til Havnar at spæla finalu

LØGMANSSTEYPIÐ: Aftur í kvøld var talan um favorittsigrar, tá ið Víkingur vann ímóti B68 í Sarpugerði, og KÍ vann á Argjum

So er tað staðfest, sum hevur ligið í kortunum í fleiri vikur. Í fyrru hálvfinaluni vann Víkingur 2-0 á Toftum, og KÍ vann 4-0 á heimavølli ímóti AB.

Tí vóru Víkingur og KÍ stórfavorittar at vinna seg í steypafinaluna, og í kvøld er tað staðfest, at ársins finala í kappingini um løgmanssteypið verður millum Víking og KÍ.

Sambært heimasíðuni hjá FSF verður steypafinalan fríggjadagin 31. oktober á Tórsvølli.

Í kvøld vann Víkingur 2-0 á heimavølli og harvið samantalt 4-0 ímóti B68.

Í kvøld vann KÍ 2-1 á Argjum og harvið samantalt 6-1 ímóti AB.

Bæði á Argjum og í Sarpugerði var talan um fínar venjingardystir. At støðan undan dystarbyrjan var, sum hon var, bar við sær, at tað ikki var spenningur um samantalda úrslitið.

Hálvleiksstøðan á Argjum var 1-1. Páll A. Klettskarð stútaði KÍ framum eftir innlegg úr vinstru frá Mads Bo Mikkelsen, sum fyri fyrstu ferð í langa tíð var millum teir fyrstu ellivu. Tað var í 12. minutti, og tveir minuttir seinni javnaði AB til 1-1. Eftir fríspark aftarlaga úr vinstru og blokering var tað Sørin N. Samuelsen, sum við høvdinum og umvegis tvørtræið setti bóltin í málið.

Patrik Johannesen skoraði 2-1 sigursmálið, tá ið tað restaði eitt stórt korter. Uppleggið átti Páll A. Klettskarð.

Í Gøtu var úrslitið tað sama, sum tað var á Toftum, tá ið Víkingur vann 2-0.

Tað gekk leingi javnt á. Í síðstu sekundunum undan steðginum legði Olaf Bárðarson heimaliðið framum eftir einmansavrik, og eitt korter undan leikloki var tað Poul Kallsberg, sum úr høgru og inn við nærra stólpa skoraði til 2-0.

B68 spældi seg til møguleikar, og eitt nú Sebastian Lau Nielsen hevði, tá ið støðan var 1-0, stóran málmøguleika eftir innlegg úr høgru, men hann sendi bóltin uppum málið.