Hvat gert tú fyri at halda teg sunna?
- Ja, hvat er tað at vera sunn? Í mínum optikki er tað at halda kroppin sterkan og at vera sálarliga í balansu. Her hevur renning og at ganga í haganum heilt stóran týdning fyri mína sunnheit.
Tað sigur Óluva Zachariasen.
- Eg renni fleiri ferðir um vikuna, bæði eftir sløttum og í haganum. Elski teir longu túrarnar, sum gott kunnu vara fleiri tímar. Venji eisini eitt sindur av styrkivenjing, mest fyri at fyribyrgja skaðar.
Hon vísir á, at tá ræður um tað, hon etur, roynir hon at hugsa um kostráðini við nógvum grønmeti, fiski og øðrum, men hon sigur, at hon avgjørt ikki er fanatisk, sum hon tekur til.
- Eg royni at eta minni av kakum og sjokulátu. Heimagjørdar dadlukúlur hjálpa væl upp á sukurtrongdina, skal eg heilsa og siga, sigur Óluva Zachariasen brosandi.
Hvønn týdning heldur tú, at rørsla hevur?
- Frá einum samfelagssjónarmiði eri eg sannførd um, at um fólk rørdu seg meira, høvdu vit havt munandi færri útreiðslur til heilivág.
Hon heldur, at heilivágur verður tikin fyri nógv, sum saktans kundi verið loyst við einum pari av fjallaskóm ella renniskóm.
- Tað nýtist ikki at vera maraton ella at spola niðan á Slættaratind hvønn dag. Ein dagligur spákitúrur upp einar 20-30 minuttir kann gera stóran mun.
Hon vísir á, at sosiali felagsskapurin við at ganga og renna hevur stóran týdning.
- Eg havi sæð nógv vinarbond verða knýtt uppi í fjøllunum og á rennitúrum. Eisini millum fólk, sum eru komin langt upp í árini. Fleiri av mínum vinfólkum eru fólk, sum eg havi hitt gjøgnum fjallatúrar ella við renning, sigur Óluva Zachariasen.
Hevur tú tað betur likamliga og sálarliga við at vera virkin?
- 100 prosent - ja! Fyri meg hevur tað nógv at siga at vera í gongd. Eg havi tað so nógv betur kropsliga, tá eg renni ella gangi nógv. Eri nógv móðari, tá eg ikki røri meg.
Hon heldur, at eisini mentalt hevur tað stóran týdning at røra seg.
##med2##
- Ein rennitúrur kann gera undurverk, tá eg eitt nú komi móð heim úr arbeiði - ella kenni meg strongda. Nakrar kilometrar í renniskóm, og so er møðin burtur.
Hon heldur fyri, at nú ljóðar hetta øgiliga frelst, sum hon tekur til.
- Eg kann sanniliga eisini liggja á sofuni og hyggja at Netflix-serium, og tað er avgjørt ikki hvørja ferð, eg fari í renniskógvarnar, at eg tími avstað, serliga í oysregni og vindi.
Óluva Zachariasen leggur aftrat, at hon fer sum oftast kortini, tí hon veit, hvat tað gevur sær.
(Í VikuskiftisSosialinum hesaferð, sum fæst til keyps í blaðsølunum, seta vit fokus á heilsu)
Lesið eisini:
Eg kenni ikki til annað enn at vera virkin - https://www.in.fo/news-detail/eg-kenni-ikki-til-annad-enn-at-vera-virkin