Vilhelm og Wenzel seldu fyrsta bilin

Teir sum innfluttu fyrsta bilin í Føroyum vóru bæði Vilhelm Nielsen, sum var dani, og Wenzel Petersen úr Havn.

Verkstaðið hjá Vilhlem Nielsen í Jónas Broncksgøtu

Vilhelm Nielsen var føddur í Nagbøl í Ribe amt, tann 1. november í 1892. Hann lærdi til maskinmeistara og var eina tíð í langfarasigling við ØK skipinum Falstria, har hann í 1916 kom at sigla saman við Wenzel Petersen, ið var elektrikari umborð. Hetta førdi til, at Vilhelm og Wenzel blivu svágrar og komu at samstarva í Føroyum.

 

Í 1920 flytur Vilhelm Nielsen til Føroya, og sama árið byrjar samstarvið við svágin Wenzel Petersen, ið tá hevði verkstað í Quillingsgarði, har teir millum annað seldu tann fyrsta bilin í Føroyum tann 6. mai í 1922. Umframt Ford umboðið fingu teir eisini umboð fyri General Morors og fóru at selja Chevrolet bilar. Ford góðtók ikki, at teirra bilar vórðu seldir saman við Gereral Motors bilum, tí samdust teir um, at Vilhelm Nielsen fekk General Motors, og í 1927 fekk hann sær eina smiðju úti í Grind og byrjar fyri seg sjálvan har.

 

Fyritøkan var so har nøkur ár, og tann 1. apríl í 1935 verður flutt inn í ein nýggjan bygning, ið Vilhelm Nielsen hevði latið bygt í Jónas Broncksgøtu. Hetta var ein bygningur í tveimum hæddum við verkstaðið og bilasølu í niðaru hædd og íbúð í erva.

 

##med2##

 

Fyritøkan hjá Vilhelm Nielsen í Jónas Broncksgøtu bleiv ein av teimum stóru í Havn. Fyrstu tíðina seldu teir amerikanskar Chevrolet bilar, og seinni komu onnur bilmerkir hjá Gereral Motors eisini hendan vegin, teir týsku Opel og ensku Vauxhall persónbilarnir, Bedford vørubilar, lastbilar og bussar. International Harvester traktorar og landbrúksmaskinur, Goodyear bildekk, Hyster gaffiltrukkar, Atlas køliskáp og kølianlegg. Umframt bilverkstaðin var ein maskinverkstaður, har teir millum annað arbeiddu umborð á skipum.

 

Les eisini: Reyni Service 75 ár í dag

 

Fyritøkan Vilhelm Nielsen & Søn varð í 1986 seld til P/F Auto Service, og nakað eftir tað varð alt virksemið flutt niðan á Hoyvíksvegin, har varð hildið var fram við sama navninum P/F Vilhelm Nielsen í eina tíð. Seinni blivu fyritøkurnar lagdar saman til P/F Meinhardt Arge.

 

Auto Service varð av fyrstan tíð stovnað í 1964, tað vóru eftirkomarar hjá Óla Arge, ið stovnaðu felagið, sum eisini fór at selja bilar. Í 1962 hevði Óli Arge innflutt fyrsta japanska bilin í Føroyum, ein Prince Skyline. Prince-navnið var broytt til Datsun, sum so seinni varð til Nissan.

 

##med3##

 

Meinhardt Arge, sum tá var stjóri í Auto Service, flutti í 1978 alt virksemi í ein nýggjan virkisbygning á Hálsi. Í 1985 yvirtók sonurin Finnbogi Arge fyritøkuna, sum hann rak inntil 1993, tá hann gavst mitt í búskaparkreppuni. Finnbogi helt síðan fram við virkseminum í nýstovnaða felagnum P/F Meinhardt Arge, sum tá helt til við Oyggjarvegin.

 

Tá Eivind av Reyni í 2005 yvirtók bilvirksemið hjá P/F Meinhardt Arge og keypti verkstaðsbygningin við Oyggjarvegin, skifti fyritøkan aftur navn til P/F Auto Service, sum í dag umboðar bilmerkini Nissan, Opel, Peugeot og Citroën.

 

##med4##

 

##med5##

 

Verkstaðið hjá Vilhlem Nielsen í Jónas Broncksgøtu

Verkstaðið hjá Meinhard Arge, Autoservice, í Gundadali í Havn

Verkstaðið hjá Vilhlem Nielsen í Jónas Broncksgøtu er frá 1935

Vilhelm Nielsen var dani. Kona hansara og kona Wenzel Petersen vóru systrar