Villiam Emil sendi við rimmarsparki B68 í fjórðingsfinaluna

Løgmanssteypið: Nýggi ÍF venjarin hevði broytt liðið eitt sindur, og tað var talan um leikliga framgongd

Villiam Emil Klein sendi við rimmarsparki B68 í fjórðingsfinaluna í kappingini um løgmanssteypið

Tað luktaði av, at hetta vóru tvey lið, sum í landskappingini hava hóttanina av niðurflyting at hugsa um.

 

Í góðveðrinum seinnapartin var oyggjauppgerð á Svangaskarði, har B68 í fyrsta umfari í steypakappingini hevði vitjan av ÍF.

 

B68 vann 1-0. Hetta var fyrsti sigur á árinum hjá toftamonnum, og teir fegnaðust sum rímiligt er um úrslitið.

 

Talan var um framúr mál, sum Villiam Emil Klein skoraði, tá ið fyrri hálvleikur var knappliga hálvrunnin. Villiam Emil Klein var í útgangsstøðu framrættaður í vinstru. Hann sneiddi úr vinstru og inn í vøllin og framvið tveimum, og tá ið hann var komin mitt inn á vøllin, reiggjaði hann til við høgrabeini, og úr 28 metrum fór bólturin sum kanónkúla upp í nærra málhornið. Eitt sera vakurt mál, skorað av einum av spælarunum, ið eigur besta sparkið í føroysku kappingini yvirhøvur.

 

Jákup á Borg hevði umskipað B68 liðið, tá ið sammett verður við liðið, sum tapti 3-0 í Klaksvík. Tað var neyðugt at umskipa, tí skaðalistin er langur. Ein av broytingunum var, at Ragnar Samuelsen var í verjukenda sentrala miðvallaraplássinum, og tá ið toftamenn høvdu bóltin, var útgangsstøðan hjá Ragnari millum miðverjarnar báðar – Áka Johannesen og Aron Reinert Hansen. Fríði í Túni Petersen var vongverji í høgru, og Hanus Højgaard, sum annars hevur verið í meiri framrættaðum leiklutum, var vongverji í vinstru, nú Bárður Ó. Jensen, Fríði á Borg og Hjalti Strømsten vóru skaddir. Sebastian Lau Nielsen var sentralur og meiri framrættaður miðvallari, og hinir framrættaðu menninir vóru Bartal Páll Klein, Jóhann Hansson Joensen og so Brian Jakobsen.

 

Nýggi ÍF venjarin Jákup Martin Joensen hevur verið á vøllinum saman við ÍF spælarunum eina ella tvær ferðir í vikuni. Stóra broytingin á ÍF liðnum í dag var, at Karl Løkin var verjukendur sentralur miðvallari. Hann hevur seinastu árini verið miðverji. Tóri Nolsøe Olsen og Peter S. Ullum vóru miðverjar, og vongverjar vóru Elvio Gelmini og í vinstru Elias J. Lervig, sum síðstu árini hevur verið millum berandi spælararnar, men sum nú bara er heima ein part av tíðini.

 

Bogi Reinert var sentralur miðvallari, og Gundur E. Petersen var í 10ara plássinum. Í høgru var Jóhann J. Højbro, og Tonni Thomasen var í vinstru. Í fyrra hálvleiki var Uros Stojanov fremsti maður. Hann var ikki á vøllinum í seinna hálvleiki, tá ið Jhon Mena Perez var fremsti maður, og tað var um reppið, at hann eftir innlegg úr høgru javnaði, tá ið hann við handara stólpa tveitti seg fram og stútaði, men bólturin fór dygst skeivu megin stólpan.

 

Í fjør rakk B68 í finaluna, sum toftamenn eftir brotssparkskapping taptu ímóti HB. Seinni í kvøld fæst at vita, hvørjum B68 fer at spæla ímóti í fjórðingsfinaluni. B68 fer mánakvøldið at spæla landskappingardyst á Skála. Jákup Martin Joensen og hansara menn í ÍF fara mánakvøldið at spæla landskappingardyst ímóti B36 í Gundadali.

 

 

 

B68 – ÍF 1-0 (1-0)

 

1-0: Villiam Emil Klein 21.

 

Dagfinn Forná kl. 15.00

 

 

 

EB/Streymur – 07 Vestur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.30

 

B36 – Skála: Alex Troleis kl. 19.00

 

 

 

 

 

Villiam Emil Klein sendi við rimmarsparki B68 í fjórðingsfinaluna í kappingini um løgmanssteypið