Tað er ikki nógv nýtt í, at ein fittur partur av rávøruni, sum kemur inn um stokkin á bátinum - og serliga skipinum - fer aftur í havið, hóast hetta er rávøra, sum saktans kundi mettað mong, bæði menniskju og kríatúr.
Hetta er eisini eitt kjak, sum hevur verið nógv frammi í Føroyum í nógv ár, og sum javnan er á breddanum. Nakað hevur verið gjørt við trupulleikan, men tað er langt á mál, áðrenn hann verður endaliga loystur.
So leingi, sum fiskur verður kruvdur umborð í bátum og skipum, og garnarnir fara aftur í havið, verður trupult at koma hesari útblaking heilt til lívs. Onkur smærri virki hava tískil tikið ímóti ókruvdum fiski.
Herfyri var grein í norska Kystmagasinet, sum bygdi á samrøðu við SINTEF-granskaran, Line Skontorp Maidell, ið hevur skrivað doktararitgerð um evnið.
Í ritgerðini hjá henni verður staðfest, at upp ímóti einum triðingi av rávøruni, sum verður veidd, ongantíð kemur á døgurðaborðið, og hetta ynskir granskarin at gera nakað við.
Line Skontorp Maidell vísir á, at í summum førum fara heili 70 prosent av veiðini hjá havfiskiflotanum, aftur í havið. Hetta er rávøra, sum eru full av føðsluevnum sum omega-3 feittsýrum og proteinum av høgari góðsku.
Granskarin vísir á, at heiminum tørvar hesar virðismiklu rávørur, sum eitt nú finnast í slógvi, livuri og rognum.
- Mín doktararitgerð snýr seg eisini um, hvussu vit kunnu fáa størri nyttu av ráevnunum, sum havfiskiflotin veiðir, og granskingin vísir, at her kann nógv meira fáast burturúr, sigur granskarin, Line Skontorp Maidell.
Hon vísir á, at góðskan av rávørum sum eitt nú slógvi og livuri verður skjótt niðurbrotin orsakað av enzymum og bakterium, sum eru í rávøruni, og tí eru hesar rávørur eisini ein avbjóðing.
Vit kunnu leggja aftrat, at SINTEF er av størstu óheftu granskingarstovnum í Evropa.
Lesið meira á hesi leinkju - https://www.kystmagasinet.no/restrastoff-sintef/verdifullt-rastoff-gar-rett-pa-havet/1890857