Vit gita: Fleiri broytingar á føroyska liðnum

Manslandsliðið: Tað verða fleiri broytingar í liðuppstillingini sunnudagin

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Meinhard E. Olsen væntast at byrja inni sunnudagin

Føoyska manslandsliðið hevur í dag havt fyrru av teimum venjingum í Norðurmakedónia. Talan var um eina stutt venjing, har tað í størst mun snúði seg um at rista dystin í gjár úr beinunum.

 

Venjingin gav ongar ábendingar um hvør byrjar inni sunnudagin. Tí eru gitingarnar hesa ferð í størst mun út frá útsagnum, útskiftingunum móti Armenia og upplagdum boðum. Tað er eisini óvist hvat tað merkir fyri liðuppstillingina, at plássið er bjargað í deild C.

 

Tað er ein møguleiki fyri, at tað verður ein broyting í málinum. Teitur M. Gestsson hevur ávísar trupulleikar við skaða, men um hann verður tøkur, so spælir hann. Tað tykist eisini sannlíkt, at teir tríggir í miðverjuni fáa afturval.

 

Á vongbakkunum kundi verið ein broyting, har Jann Benjaminsen byrjar fyri Jóannes Kalsø Danielsen. Jann spældi millum annað heimdystirnar móti Armenia og Lettlandi seinast. Jóannes spældi seg ikki av liðnum, men er eitt pláss har nýggjar kreftir kunnu koma inn. Hinvegin er einki upplagt boð fyri Viljorm Davidsen, sum helst startar aftur.

 

Størsta ivamálið er Hallur Hansson, sum ikki var við í gjár. Hann vandi við ein part av venjingini. Helst kundi hann hugsað sær at spælt, men váðin er at skaðin blívur verri og tað kostar eina útskifting.

 

René Shaki Joensen fór út móti Armenia og klára vall ein heilan dyst. Her eru Noah Mneney og Hanus Sørensen eitt upplagt boð at koma inn. Størst sannlíkindi fyri útskifting er á fremstu plássunum. Her er møguleiki fyri, at allir tríggir verða skiftir. Ikki tí teir spældi seg av, men tí tað gevur nýggja orku.

 

Her er eitt boð, at Meinhard E. Olsen og Petur Knudsen byrja inni fyri Adrian Justinussen og Páll A. Klettskarð. Jóannes Bjartalíð hevur ikki spælt 90. minuttir oftani í ár. Tí kundi eisini verið líkt til, at hann ikki splælir tveir dystir frá byrjan. Her eru møguleikarnir Sølvi Vatnhamar ella Hanus Sørensen, um samansetingin á miðjuni verður øðrvísi. Jokarin er Poul Kallsberg, sum er við fyri fyrstu ferð.

 

Hetta er eitt git. Tað er ivasamt um venjaratoymið hevur sett liðið, tí bíða verður eftir hvussu menn eru fyri til venjingina í morgin.

 

Vit gita: (Føroyar 5-4-1)

 

Teitur M. Gestsson – Jann Benjaminsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Hanus Sørensen, Brandur Hendriksson, Noah Mneney, Meinhard E. Olsen – Petur Knudsen

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Meinhard E. Olsen væntast at byrja inni sunnudagin