Sjúkrasystrarnar, sum tóku prógv á Sjúkrasystraskúla Føroya í 1973. Aftast frá vinstru: Elsupa (Petersen) Hansen, Sólgerð (Jacobsen) Mortensen (deyð 1996), Esmi (Jacobsen) Olsen, Sólva Patursson (lærari), Poula Poulsen (lærari) Esther Thomsen (lærari), Rutt (Poulsen) Mikkelsen, Kristianna (Olsen) Michelsen (deyð 2019), Jóngerð (Joensen) Poulsen, Maria Andreassen Hentze. Fremst frá vinstru: Poulina Jacobsen (deyð 1993), Anna (Joensen) Dánjalsdóttir, Anna Maria (Jacobsen) Sørensen, Kirstin (Jacobsen) Jensen, Marita (Mohr) á Ryggi, Hildur (Bendtsen) við Høgadalsá, Ása (Jørgensen) Djurhuus.

Vit hava verið »sjúkrasystrar« í 50 ár

Tað eru nú liðin 50 ár síðani hesar fittu, ungu genturnar vóru klaktar sjúkrasystrar.

Sjúkrasystrarnar, sum tóku prógv á Sjúkrasystraskúla Føroya í 1973. Aftast frá vinstru: Elsupa (Petersen) Hansen, Sólgerð (Jacobsen) Mortensen (deyð 1996), Esmi (Jacobsen) Olsen, Sólva Patursson (lærari), Poula Poulsen (lærari) Esther Thomsen (lærari), Rutt (Poulsen) Mikkelsen, Kristianna (Olsen) Michelsen (deyð 2019), Jóngerð (Joensen) Poulsen, Maria Andreassen Hentze. Fremst frá vinstru: Poulina Jacobsen (deyð 1993), Anna (Joensen) Dánjalsdóttir, Anna Maria (Jacobsen) Sørensen, Kirstin (Jacobsen) Jensen, Marita (Mohr) á Ryggi, Hildur (Bendtsen) við Høgadalsá, Ása (Jørgensen) Djurhuus.

Útbúgvingin byrjaði 4. august 1969 á Háskúlanum, og vóru vit 18 í tali, tá vit byrjaðu og 14, tá vit vórðu útlærdar. Nógv og góð eru minnini frá forskúlatíðini, tá vit ungar og fullar av dreymum um lívið frammanfyri, gleddu okkum til at nema kunnleika til hetta yrki, sum vit høvdu valt.

Spennandi var, tá vit skuldu møta á deildunum, íklæddar stríputum bláum og hvítum bummulsbúnum við flipp og sloyfu, fyriklæði og kappa. Har lærdu vit tað praktiska arbeiðið í sjúkrarøktini og at hava umsorgan fyri sjúklingunum, sum vit bert høvdu lisið um, men nú skuldu læra at røkta. Vit lærdu “teori og praksis” - hond í hond saman við ábyrgd.

Í 1970 vóru vit teir fyrstu næmingarnir, sum fluttu á nýggja skúlan. Skúlin var í kjallaranum á skúlaheiminum, B75, sum í dag húsar Almanna- og Heilsumálaráðnum. Vit máttu allar búgva á skúlaheiminum, eisini tær, sum búðu í Havn.

Lærarinnurnar vóru Sólva Patursson og Poula Poulsen, sum vóru nýliga útbúnar, og vit vóru teirra fyrsta hold, sum tær undirvístu og førdu upp til endaliga roynd - og væl var lært.  

Felagskøkurin var hjartað, har vit møttust og terpaðu saman, tað verði seg Anatomi við Onnu Johansson, Medisin hjá Bendt Jensen, Kirurgi hjá Essa, Gynekologi hjá Marner, Sosiallógávu hjá Klaus Herman, Psykologi hjá Burla presti, Infektiónspatologi hjá Thorup, Endokrinar sjúkur og Geriatri hjá Sofus Joensen, Sjúkrasystrasøguna hjá Dagmar Winther og mangar aðrar lærugreinar. Har kom alt upp at venda.

Teir seinastu 8 mánaðirnar gekk leiðin til Danmarkar, har vit tóku Psykiatri á Nykøbing Sjælland, Barnasjúkur og Oyra/næsa og háls á Sundby Hospital. Síðani komu vit heim aftur og tóku tað endaliga prógvið. Alt hetta sjóðaði okkum saman, og hava vit nógvar glaðar og ógloymandi løtur saman, sum nú eru dýrabar minni, vit goyma í huganum.

Tað er við sorgblídni, vit hyggja at myndini. Allar so ymiskar av lyndi og lagnurnar so ymiskar. Allar upplivað lívið við tí við- og mótráki, sum lívið nú eina ferð hevur at bjóða. Tríggjar eru tíverri ikki ímillum okkum longur, og minnast vit tær við sakni.

Nógv er broytt í gjøgnum árini. Kappin fór í søguna. Heitið “sjúkarsystir” bleiv broytt til sjúkrarøktarfrøðing. Teldurnar eru eisini blivnar ein partur av arbeiðnum. Vit hava upplivað nógvar broytingar, sum hava verið í kjalarvørrinum av tíðini, sum vit hava livað í. Tað, at kenna tykkum hevur gjørt mítt lív nógv ríkari. Við hesum vil eg ynskja okkum øllum tillukku við degnum og Harrans ríku signing í tíðini, sum kemur. 

Heilsan Maria í Ullvøruhúsinum