Vit klára alt tað akutta virksemið

Nú skulu fólk eisini bíleggja tíð til koronakanning á Suðuroyar Sjúkeahúsi

Seinnapartin í dag fóru sjúkrarøktarfrøðingarnir á seingjardeildini á Suðuroyar sjúkrahúsi, í verkfall. Men Hans Pauli Henryson, sjúkrahússtjóri, sigur, at tey hava fingið undantøk til at varðveita alt tað akutta virksemið, sum er.

Hann sigur, at hvussu nógvir sjúkrarøktarfrøðingar eru á vakt veldst um, hvørjar vaktir talan er um. Men hann sigur, at sjúkrahúsið hevur varðveitt so frægt av manning til at tann akutta tilbúgvingin er til taks, og teir sjúklingar, sum krevja viðgerð, fáa viðger. Men tað virksemið, sum er lagt til rættis, og sum kann útsetast, tað verður útsett.

Annars er tann broytingin eisini hend á Suðuroyar sjúkrahúsið, at nú skulu øll, sum vilja kannast fyri koronu, bíleggja tíð frammanundan. Tað er sama mannagongd sum á hinum báðum sjukrahúsunum har fólk bíleggja tíð á corona.fo.