Mikhail Gudkov læt lív á sínari kommandostøð í russiska Kursk-landslutinum hin 2. juli, og í dag rósti russiski forsetin, Vladimir Putin, deyða herovastanum

Vladimir Putin rósti deyðum herovasta í Kursk

- Vit fara altíð at minnast tey, sum lótu lív fyri fosturlandið. Eg eri tíverri noyddur at siga, at næstovastin fyri russisku marinuna, Mikhail Gudkov, læt lív hin 2. juli, sigur Vladimir Putin

Mikhail Gudkov læt lív á sínari kommandostøð í russiska Kursk-landslutinum hin 2. juli, og í dag rósti russiski forsetin, Vladimir Putin, deyða herovastanum

Í dag rósar russiski forsetin herovastanum, Mikhail Gudkov, sum í vikuni læt lív í einum ukrainskum álopi í russiska Kursk-økinum herfyri.

 

Vladimir Putin hevur eisini valt at kalla eina herdeild upp eftir deyða ovastanum, sum saman við tíggju øðrum læt lív á einari russiskari kommandistøð í Kursk.

 

Tað var annars í mars í ár, at russiski forsetin útnevndi Mikhail Gudkov sum næstovasta fyri russisku marinuni. 

 

Í dag veit russiska tíðindastovan Tass at siga, at Vladimir Putin rósti herovasta sínum við hesum orðum:

 

- Vit fara altíð at minnast tey, sum lótu lív fyri fosturlandið. Eg eri tíverri noyddur at siga, at næstovastin fyri russisku marinuna, Mikhail Gudkov, læt lív á sínari kommandostøð hin 2. juli.

 

Vladimir Putin segði, at Mikhail Gudkov hevði luttikið í "serliga hernaðarátakinum" heilt síðan byrjan.

 

- Saman við sínum fólki vardi og frígjørdi hann Kursk-regónina. Hann læt lív í bardaga og gjørdi sínar skyldur, segði russiski forsetin millum annað í dag.

 

 

 

Mikhail Gudkov læt lív á sínari kommandostøð í russiska Kursk-landslutinum hin 2. juli, og í dag rósti russiski forsetin, Vladimir Putin, deyða herovastanum