Zelenskyj: - Kríggið verður skjótari liðugt við Trump

- Kríggið kemur at fáa ein enda, men eingin veit júst, nær tað verður, sigur ukrainski forsetin

Ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, vitjaði komandi amerikanska forsetan í New York í september

Volodymyr Zelenskyj sigur, at kríggið í Ukraina verður skjótari liðugt, enn tað annars hevði verið, nú Donald Trump verður forseti í USA næsta ár.

 

- Tað er vist, at kríggið verður skjótari av við politikkinum, sum nú fer at stýra Hvítu Húsunum. Hetta hava tey lovað sínum fólki, sigur ukrainski forsetin í samrøðu við ukrainska miðilin, Suspilne.

 

Volodymyr Zelenskyj sigur, at kríggið kemur at fáa ein enda, men eingin veit júst, nær tað verður. 

 

Í samrøðuni við Suspilne sigur hann, at samrøðan við Trump eftir valsigurin var konstruktiv, sum hann málber seg.

 

- Eg hoyrdi einki, sum gongur okkum ímóti, sigur ukrainski forsetin.

 

Donald Trump hevur annars funnist at amerikansku myndugleikunum við Joe Biden á odda fyri at lata Ukraina velduga stórar peningaupphæddir.

 

Komandi amerikanski forsetin hevur eisini lovað, at kríggið í Ukraina skal enda eftir stuttari tíð, tá hann verður forseti.

 

Í Ukraina verður stúrt fyri, at landið kanska noyðist at geva frá sær landaøkir har eysturi í Ukraina fyri at fáa ein enda á krígnum.

 

Russiski herurin hevur tikið umleið 20 prosent av ukrainskum øki har eysturi í landinum.

 

Bert fáar dagar eftir, at Russland leyp á, sat russiski herurin á einum nógv størri parti av Ukraina, men ukrainski herurin rak russar burtur aftur.

 

Eitt nú var russiski herurin næstan inni í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, men her noyddist herurin at bakka undan ukrainska herinum.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi tíðliga í morgun.

 

 

 

 

 

Ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, vitjaði komandi amerikanska forsetan í New York í september