Russland hevur í nátt hevur framt eitt tað størsta álopið á Ukraina higartil í krígnum.
Tað veit Reuters at siga í morgun.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at neyðugt er at leggja stórt trýst á Russland, serliga úr USA fyri at fáa Russland at broyta sína "destruktivu atferð".
Ukrainski uttanríkisráðharrin, Andriy Sybiga, vísir á, at ógvusliga álopið á Ukraina kemur beint eftir, at Donald Trump hevur tosað við Vladimir Putin í telefon.
Forsetarnir í USA og Russlandi tosaðu nevniliga saman í telefon í gjár.
- Vladimir Putin fullkomiliga ignorerar USA og øll, sum hava biðið um, at kríggið í Ukraina fær ein enda, skrivar Volodymyr Zelenskyj, forseti.