Skipanin fevnir um útbúgvingarnar til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðihjálpara. Kunngerðin hevur ásetingar um ein útbúgvingarsáttmála millum arbeiðsgevara og starvsfólk, ið fer undir útbúgving, og hvussu lønarendurgjaldið skal umsitast. Fyri at koma undir skipanina við løn undir útbúgving er neyðugt at hava útbúgvingarsáttmála, umframt at vera tikin upp á eina av útbúgvingunum á Heilsuskúla Føroya.
Kunngerðin ásetur eina royndartíð uppá 4 mánaðir, har arbeiðsgevari kann uppsiga útbúgvingarsáttmálan, meðan starvsfólkið altíð kann uppsiga útbúgvingarsáttmálan. Eftir royndartíðina kann arbeiðsgevari ikki uttan víðari uppsiga útbúgvingarsáttmálan. Harumframt eru ásetingar um, hvussu arbeiðsgevarar søkja um lønarendurgjald eftir nærri reglum og freistum, sum Studni kemur at áseta.
Kunngerðin sæst her.