Zlatan er elsti málskjúttin í Seriu A nakrantíð

Zlatan Ibrahimovic heldur fram við at skriva fótbóltssøgu

Udinese vann í kvøld á heimavølli 3-1 á AC Milan í dysti í fremstu italsku fótbóltsdeildini, Seriu A.

 

Tað er tó ikki frálíki sigurin hjá Udinese, ið fótbóltsheimurin ger nógv burturúr í kvøld. Heldur er tað málskjúttin hjá AC Milan.

 

Tí tá svenski Zlatan Ibrahimovic javnaði til 1-1 við einum brotssparki í tíðini dómarin hevði lagt aftrat í fyrra hálvleiki skrivaði hann fótbóltssøgu.

 

Zlatan er nú elsti málskjúttin nakrantíð í Seriu A. 

 

Gamla metið átti Alessandro Costacurta, ið var 41 ár og 25 dagar gamal, tá hann skoraði sítt seinasta mál í Seriu A.

 

Zlatan bøtti metið rættiliga fitt. Zlatan er 41 ár og 166 dagar gamal, nú hann hevur tikið metið frá Alessandro Costacurta.