1 barn - 1 hurð

Kann tað vera rætt, at eitt barn við avbjóðingum kann detta niðurímillum í skipanini, tí ósemja er um, hvør stovnur eigur ábyrgdina av barninum? Nei, tað sigur bæði vit og hjarta, at hetta er ikki í lagi.

 

Tó so er hetta støðan hjá nøkrum av okkara smáu borgarum. Eitt barn við avbjóðingum (og foreldrini) er í dag ofta knýtt at fleiri ymiskum stovnum. Tað er ikki óvanligt, at barnið er knýtt at Sernám, Barna- og ungdómspsykiatriini, Almannaverkinum og Barnaverndartænastuni, umframt at Gigni ofta eisini er innyvir. Allir hesir stovnar hava ymisk endamál og skulu røkja ymiskar uppgávur. Eitt nú veitir Sernám ráðgeving og vegleiðing í skúlanum, meðan Barnaverndin hjálpir familjum í heiminum aftaná skúlatíð við t.d. stuðli, avlasting, sálarfrøðiligari hjálp o.s.fr. Barna- og ungdómspsykiatriin er ofta inni í mun til møguliga staðfesting av psykiatriskum avbjóðingum ella menningarórógvi. Tey diagnostisera, undirvísa og viðgera børn og familjur. Almannaverkið traðkar inn við ymiskum veitingum, ráðgeving og hjálp, tá avbjóðingin er staðfest. Hevur barnið til dømis eina diagnosu so sum autismu ella ADHD, hevur Almannaverkið eina pakkaloysn við hjálp og stuðli.

 

Allir hesir stovnar ynskja veruliga at hjálpa børnunum, og starvsfólkini brenna fyri, at hesi børn skulu fáa nøktandi hjálp. Trupulleikin er bara, at ymsu stovnarnir hava sína egnu játtan og eru harafturat knýttir at ymiskum málaráðum ella kommunu. Til dømis er Sernám undir Mentamálaráðnum, Barna- og ungdómspsykiatriin og Gigni undir Heilsumálaráðnum, Almannaverkið undir Almannamálaráðnum og Barnaverndartænastan undir kommununum. Tað eru serliga tvær avbjóðingar, sum henda støða førir við sær.

 

Fyri tað fyrsta verður høvuðsuppgávan “at hjálpa barninum” pettað sundur, har ein stovnur skal hjálpa við hesum, ein annar við hasum og tann triði við onkrum triðja. Men talan er hóast alt um sama barn og somu avbjóðingar, og tí gevur tað ikki altíð meining at býta hjálpina sundur. Stovnarnir eru raskir at samstarva, men hendan sundurbýtingin kann føra við sær, at hjálpin verður heldur tung, og at óneyðuga nógv orka fer til at finna útav, hvør skal gera hvat og nær. Til tíðir hendir eisini, at upplagt samstarv ikki eydnast. Ein deild ábyrgd kann tíverri ofta merkja ongin ábyrgd.

 

Fyri tað næsta er tað fíggingin. Eg siti sjálvur við landsroknskapinum og samskifti dagliga við stovnar, og ganga teir sjálvsagt høgt upp í sína játtan. Tað skulu teir eisini, tí leiðarin hevur ábyrgd av at reka stovnin fíggjarliga skynsamt og innan teir givnu játtanarkarmarnar. Men ein avleiðing av hesum er so, at ósemja kann vera um fíggingina og hvør hevur ábyrgdina av at hjálpa barninum nær. Hvar skal rokningin fyri hjálpina til barnið sendast? Stóri taparin í hesum ósemjum er tíverri barnið.

 

Ein uppløgd loysn er at savna allar eindirnar – ella so nógvar sum gjørligt – ið hava til endamáls at hjálpa børnum við avbjóðingum, í ein og sama stovn. Hóast man í dag pettar avbjóðingina hjá barninum sundur, er ofta talan um sama trupulleika í síðsta enda, og tí gevur tað ikki meining at síggja so “lokalt” upp á trupulleika og hjálp. Við at havt eitt heildartilboð, sum lá í sama stovni, hevði barnið kunnað fingið nógv skjótari og betri hjálp. Starvsfólkini høvdu í størri mun drigið somu línu, og lagt hevði verið upp til nógv betri og natúrligari samstarv. Men mest av øllum hevði hjálpin ikki steðgað, tí ósemja var um fíggingina.

 

Um man ikki fór so langt sum at savna stovnarnar í somu eind, átti man ið hvussu so er at arbeitt ímóti at savnað stovnarnar undir sama tak – eitt sokallað familjuhús. Tað hevði tá verið nógv lættari hjá stovnunum at samskift, samstarvað og komið fram til felags loysnir. Alt talar fyri, at savnað serfrøði gevur nógv meira og røkkur nógv longri, enn um øll sita spjadd hvør sær, tí man fær gjørt gagn av vitan og kunnleika hjá hvørjum øðrum.

 

Tann stóri vinnarin hevði sjálvsagt verið barnið. Men landið hevði eisini vunnið á nógvar mátar. Barnið hevði sannlíkt verið betur ført fyri at givið aftur til samfelagið í framtíðini, foreldrini høvdu fingið ein lættari gerandisdag og høvdu tí kunnað givið meira aftur á ymsan hátt, og landið hevði spart nógva orku og pengar við færri fundum og ósemjum millum stovnar.

 

Tað skal ikki vera ein spurningur um stovn ella pengar, tá eitt barn við trupulleikum skal hava hjálp. Alt barnaøkið má spæla nógv betur saman, um vit skulu fáa betrað um trivnaðin hjá hesum børnum.

 

Verði eg valdur á Føroya Løgting 8. desember, fari eg at arbeiða fyri, at alt barnaøkið verður hugsað av nýggjum og savnað í eina og somu eind, so børn við avbjóðingum kunnu fáa eina skjótari og betri heildarloysn. Umframt betri og skjótari hjálp hevði tað fíggjarliga eisini givið meining. Tað má ongantíð henda, at eitt barn dettur niðurímillum, tí ósemja er millum stovnar um ábyrgd og fígging.

 

Óli Jákup Jacobsen

 

Valevni fyri Javnaðarflokkin

 

 

 

Um meg:

 

Eg eri 35 ár, giftur og havi fýra børn á 6, 4, 2 og 0 ár, og búgva vit í Havn. Eg eri útbúgvin Cand.merc.aud., havi arbeitt sum grannskoðari í seks ár og arbeiði í dag á fíggjardeildini á Gjaldstovuni, har eg serliga siti við føroyska landsroknskapinum.