Um eina góða viku fer løgtingið at samtykkja lóg við 3. viðgerð, sum hækkar pensjónsaldurin hjá føroyingum upp í 70 ár. Hetta verður gjørt fyri at tryggja haldføri, siga politikararnir. Vit mugu taka hesi tøk fyri at tryggja framtíðar haldføri. Tí skal pensjónsaldurin hækka, og tí skulu fólk ikki fáa fólkapensjón, ikki fáa Samhaldsfasta og ikki sleppa fram at sínum pensjónum, sum tey sjálvi hava spart upp til, fyrr enn tey verða 70 ár, siga politikararnir.
Sosialurin hevur hugt upp á pensjónsskipanina, sum er galdandi fyri tingfólk. Sjálvt um Løgtingið hevur tikið av gyltu pensjónsskipanina hjá tingfólki, so er hon enn galdandi fyri sitandi tingfólk. Tey tingfólk, sum verða vald aftan á næsta val, verða lønt og eftirlønt eftir nýggju skipanini.
Í stuttum kann sigast, at tað sum tingfólk hava spart sær upp fram til næsta val, tað eiga tey á til tænastumannapensjónina, til tey verða pensjónistar. Aftan á næsta val fara øll tingfólk at gjalda inn í eina pensjónsskipan, sum onnur fólk gera.
Munurin er bara tann, at sitandi tingfólk fara at fáa tænastumannapesnjónina, tá tey eru 67 ella 60 ára gomul – og ikki tá tey eru 68, 69 ella 70 ár, sum øll onnur. Tað vil siga at Løgtingið um eina góða viku skal taka støðu til at hækka pensjónsaldurin hjá øllum í Føroyum – uttan sær sjálvum.
Lesið meira um málið í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið.
Av tí at blaðið var tveir dagar seinkað við Atlantsflog, so er blaðið ikki komið í sølubúðirnar fyrr enn í dag. Og haldara fáa tí heldur ikki blaðið fyrr enn mánadagin. Men haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo, har tey kunnu logga á við haldaranummarinum.
##med2##
Posta prentar haldaranummarið á blaðið, og um haldarar ikki kenna haldaranummarið, so er at hyggja á forsíðuna á einum av bløðunum, sum Posta hevur borið teimum. Haldaranummarið sæst eisini á haldararokningini.