10.000 fleiri ferðandi um Suðuroyarfjørð í 2024

Í 2024 ferðastu 273.344 fólk um Suðuroyarfjørð og er hetta út við 10.000 fleiri enn í 2023, tá 263.541 fólk ferðastu um Suðuroyarfjørð. Talið av ferðandi í 2024 er tað næst-hægsta nakrantíð, bara í 2018 hava tað ferðast fleiri fólk við SSL um Suðuroyarfjørð, tá ferðastu 275.207 fólk um Suðuroyarfjørð, skrivar Suðurrás.

 

Talið av akførum á Suðuroyarleiðini var hinvegin tað hægsta nakrantíð í fjør. Í fjør vórðu 112.487 akfør flutt við Smyrli um Suðuroyarfjørð.

 

Hetta eru smá 5.000 fleiri enn í 2023, tá 107.466 akfør vórðu flutt um Suðuroyarfjørð við SSL. skrivar sudurras.fo.