Fyrr í dag skrivaði Kringvarpið, at starvsnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur fingið eitt tilmælið við fimm nøvnum til manslandsliðsvenjararstarvið. Trý nøvn hava verið nevnd, og nú seta leysasøgur eitt fjórða navn í samband við starvið.
Tað er 43 ára gamli danskarin Kristoffer Bangsbo Wichmann. Hann hevur seinast verið hjálparvenjari í Union Berlin, sum spælir í Bundesliguni, men venjaratoymið við Bo Svensson bleiv koyrd frá í desembur. Hann hevur undan tí verið venjari hjá Hellerup og Kolding í donskum fótbólti. Hann hevur UEFA Pro Licence prógv og sambært Transfermarket ein forkærleika fyri at spæla 3-5-2.
Kanska verður hann bara nevndur, tí hann einki venjarastarv hevur í løtuni. Arbeitt bleiv av fyrstan tíð út frá einum lista av 15 uppskotum, og tað er eisini møguligt, at fyrrverandi hjalparvenjarin hjá Union Berlin var í hesum bólkinum.
Christian F. Andreasen, forseti í Fótbóltssambandinum, hevur longu boðað frá, at Eyðun Klakstein er eitt boð, eftir at hann og Atli Gregersen tóku við í tveir dystir eftir Håkani Ericson í novembur. Bolt.fo hevur síðani funnið fram til, at norski Leif Gunnar Smærud og danski Jakob Michelsen eru tveir av venjarunum, sum eru upp á tal.