11 fólk doyðu tá bilur koyrdi í mannamúgvu í Vancouver

Talið av deyðum eftir at ein bilur koyrdi í eina mannamúgvu í kanadiska býnum Vancouver kann vaksa, upplýsir løgreglan í dag.

Ein tilburður við bili, sum koyrdi inn í eina mannamúgvu í kanadiska býnum Vancouver hevur higartil kravt 11 mannalív.

Tað upplýsir Steve Rai, virkandi løgreglustjóri hjá løgregluni í Vancouver á tíðindafundi.

Hendingin hendi stutt eftir klokkan 20 lokala tíð, hevur løgreglan áður boðað frá. Tað er stutt eftir klokkan 4:00 sunnumorgun okkara tíð.

Á tíðindafundinum sigur Rai, at ákærdi koyrdi ein svartan Audi SUV.

Hann leggur afturat, at talið av deyðum, sum áður var níggju, kann hækka. Hetta skrivar BBC.

 

/Ritzau/