Tað endaði javnt millum liðini hjá Súnu og Rakul

Ringkøbing og Skanderborg liggja aftast í niðurflytingarbólkinum

Fyrr í dag hittust liðini hjá Súnu K. Hansen og Rakul Wardum, Skanderborg og Ringkøbing til dyst í niðurflytingarbólkinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Dysturin í Fælledhøllini endaði við javnleiki 30-30. Nicoline Lauritsen javnaði fyri heimaliðið til 30-30, tá bert fimm sekund vóru eftir av dystinum.  Í steðginum var Skanderborg á odda 15-12.

 

Súna skoraði tvey mál, legði upp til tvey mál (assist) hjá Skanderborg.

 

Rakul slapp ikki nógv til orðanna, tí Stephanie Andersen vardi málið hjá Ringkøbing næstan allan dystin. Rakul slapp inn at royna seg í samband við tvey brotskøst, ið bæði sótu í netinum.

 

Skanderborg er aftast í niðurflytingarbólkinum við tveimum stigum. Ringkøbing hevur trý stig. Bjerringbro hevur fýra stig, og EH Aalborg hevur fimm stig. Silkeborg-Voel er fremst við átta stigum.

 

Komandi sunnudag klokkan 14 spælir Skanderborg dyst á útivølli móti EH Aalborg. Somu klokkutíð hevur Ringkøbing heimadyst móti Silkeborg-Voel.

 

Liðið sum endar aftast skal spæla uppflytingardystir móti Holstebro úr næstbestu deildini.