Fimm ættarlið og fýra gummur

Tá barnadópur var í Vágs kirkju í gjár, var hetta ein heilt serlig løta, sum dópur jú er, men hesaferð vóru eisini aðrar orsøkir.

Tá lítli Tórður Hanni varð doyptur,  hittist familjan, og tað søguliga við myndini er, at her eru fimm ættarlið, og fýra gummur, ið so at siga hava verið gummur hvør hjá øðrum.

 

Um vit byrja frá høgru á myndini, er søgan henda;

 

Tá omman, Ingun Poulsen, fyrstuferð stóð gumma, var tað sum gumma hjá Esther Harrysdóttir Suðuroy.

 

Tá Esther H. Suðuroy fyrstuferð var gumma, var tað sum gumma hjá Selmu Poulsen, ið er mamma hjá lítla barninum, ið fór til dópin í gjár. Selma er dóttir Ingun.

 

Tá Selma fyrstuferð stóð gumma, var tað sum gumma hjá Marnu Lý D. Suðuroy, ið á fyrsta sinni stóð gumma í gjár, tá lítli Tórður Hanni fór til dópin. Marna Lý er dóttir Esther.

 

Á myndini eru sostatt fimm ættarlið.