Russland kann ikki seta veto ímóti, at Ukraina meldar seg inn í ES ella verjusamgonguna hjá NATO og eigur ikki at avmarka hernaðin hjá Ukraina ella forða teimum í at samstarva við triðjalond.
Tað leggja leiðararnir í sonevndu samgonguni av sameindum dent á í eini fráboðan, sum bretska stjórnin hevur almannakunngjørt.
- Ongar avmarkingar skulu setast á herdeildina hjá Ukraina ella á samstarvið við triðjalond.
- Russland kann ikki seta veto móti leiðini hjá Ukraina til ES ella NATO, skrivar samgongan í fráboðanini.
Tey sameindu stuðla Ukraina í stríðnum móti Russlandi. Tað eru Emmanuel Macron, forseti í Fraklandi, Keir Starmer, forsætisráðharri í Bretlandi og Friedrich Merz, kanslari í Týsklandi, sum standa á odda fyri hesi samgongu.
Londini skriva, at tey eru til reiðar at hava ein virknan leiklut í at tryggja fullveldi hjá Ukraina. Hetta kundi millum annað verið gjørt við at senda friðarvarðveitandi herdeildir til landið, tá kríggið í Ukraina er av.
Møguleikin at senda friðarvarðveitandi herdeildir til Ukraina varð eisini luftaður í vár. Her boðaði millum annað Danmark frá, at tey eru til reiðar at senda herdeildir til Ukraina fyri at varðveita friðin eftir vápnahvíld.
- Danmark stuðlar sjálvandi í fasuni, har tað er ein vápnahvíld ella verulig friðaravtala, og tørvur er - sum partur av nøkrum trygdargarantium - á, at evropeiskir hernaðarligir førleikar eru til staðar í Ukraina, segði danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, tá.
Yvirlýsingin frá samgonguni av sameindum kom út eftir ein virtuellan fund millum leiðararnar í samgonguni í dag.
Macron, Starmer og Merz hildu fundin í sambandi við komandi fundin millum amerikanska forsetan, Donald Trump, og russiska forsetan, Vladimir Putin. Tað verður fríggjadagin í Alaska.
Í fráboðanini skriva tey, at revsitiltøkini móti krígsbúskapinum í Russlandi mugu herðast, um Putin ikki tekur undir við vápnahvíld á fundinum í Alaska.
Tey skriva eisini, at "altjóða mørk ikki mugu broytast við valdi" og at Ukraina skal hava "sterkar og trúverdigar trygdargarantiir".
/Ritzau/