12 ár síðani HB tapti tríggjar ferðir á rað í Gundadali

B36 hevur ikki vunnið ímóti HB í hálvtfimta ár

Í kvøld verður punktum sett fyri 23. umfar í landskappingini. B36 eigur heimavøll í grannauppgerðini ímóti HB. Í hesum uppgerðunum snýr tað seg altíð um æru og heiður, men í kvøld snýr tað seg um nógv meiri enn tað.

 

B36 er næstfremst og fer við sigri framvegis at hava møguleika at taka KÍ í kappingini um FM.

 

At Víkingur í gjár vann á heimavølli ímóti 07 Vestur bar við sær, at HB datt aftur á fjórða plássið, og at Víkingur er á bronsuplássinum. Um tað eydnast HB at vinna í kvøld, so verður HB aftur á bronsuplássinum, sum við kappingarlok fer at bera trygd fyri europeiskari luttøku á sumri í 2024 við sær.

 

B36 er ovari á støðutalvuni enn HB, men søguligu tølini siga, at HB hevur takið á B36.

 

B36 hevur ikki vunnið ímóti HB síðani 7. apríl í 2019. Síðani tá eru fýra landskappingardystir endaðir við javnleiki, og so hevur HB vunnið 10 grannauppgerðir – níggju landskappingardystir og fyrr í ár 2-0 í kappingini um løgmanssteypið. Seks tær seinastu ferðirnar hevur HB vunnið við málmuninum 10-0.

 

Um HB einki stig fær í kvøld, so verður hetta triði dystur á rað, at HB fer av vøllinum í Gundadali við ongum stigi. Soleiðis er tað sera sjáldan. Í Sosialinum, sum var á gøtuni undan vikuskiftinum, verður sagt, at tað er ikki komið fyri í 12 ár, at HB hevur tapt tríggjar ferðir á rað í Gundadali. Tað var í 2011, tá ið HB var í niðurflytingarvanda og endaði á 8. plássi við 26 stigum – tvey stig frá 9. plássi. Ta ferðina tapti HB sambært faroesoccer.com tríggjar dystir á rað í Gundadali. HB tapti í mai mánað ímóti Víkingi, B36 og KÍ. Síðstu stóru vikuna hevur HB tapt ímóti KÍ og Víkingi, og í kvøld er B36 mótstøðuliðið.

 

At B36 framvegis er FM avbjóðari kemst av, at B36 seinastu fimm ferðirnar hevur vunnið við samantalda málmuninum 13-0. Síðani summarsteðgin er úrtøkan full. Undantakið er 2-2 í Sørvági. Tá var B36 frammanfyri 2-0, inntil tað restaði ein lítil løta. Hetta var í Europa tíðarskeiðnum, tá ið tað var tætt millum dystirnar.

 

Síðsta B36 tapið var 10. juni, tá ið HB vann grannauppgerðina 1-0.

 

Hjá B36 er Magnus Egilsson við aftur eftir leikbann, og Taufee Skandari er við aftur eftir, at hann seinast var sjúkur. Benjamin Heinesen er framvegis skaddur.

 

Hjá HB eru Samuel Johansen Chukwudi og Ejvind R. Mouritsen framvegis skaddir.

 

B36 – HB: Bjarki Danielsen kl. 18.00.

 

221921571659
B36221714491752
Víkingur231535572248
HB221525581947
07 Vestur231049383534
EB/Streymur226313244221
B68234811244020
TB234415145416
ÍF235018226215
AB234118205613