13.100 børn bíða spent eftir jólagávum

Jólamaðurin og jólakonan hava betri stundir at heilsa upp á børnini jólaaftan í ár enn í fjør.

Tað skrivar hagstova.fo.

Í dag fara tey á gátt hjá 6.555 húskjum við børnum. Tað eru 55 færri barnahúski enn fyri einum ári síðani, tá tey vóru 6.610 í tali.

Nógvar gávur eru pakkaðar. Tað eru 13.100 spent børn undir 18 ár, sum bíða eftir pakkum. 

Fyri ári síðani vóru tey nakað fleiri. Tá vóru børnini 13.200 í tali, skrivar Hagstova Føroya við eini heilsan um eini gleðilig jól.