Í kvøld klokkan 18 spæla B36 og HB seinasta innanhýsis dystin hetta kappingarárið.
HB hevur avgjørt hagtølini við sær móti B36.
B36 hevur ikki vunnið móti HB síðani 7. apríl í 2019. B36 hevur ikki fingið stig móti HB síðani 27. august í 2021. Og B36 hevur ikki skorað móti HB síðani 2. oktober í 2021.
HB hevur vunnið seks dystir á rað á B36, har B36 ikki hevur megnað at skorað í nøkrum av hesum seks dystunum.
HER eru hagtølini (og galdandi oddsini tá) fyri 15 teir seinastu dystirnar millum B36 og HB:
##med2##
Oddsini hjá 14 altjóða veddingarfyritøkum eru tó næstan jøvn, men veddingarfyritøkurnar hella eitt vet til, at HB vinnur enn ein sigur á B36.
Miðaloddsini upp á ein sigur til HB eru 2,26.
Miðaloddsini upp á ein sigur til B36 eru 2,78.
Miðaloddsini upp á ein javnleik eru 3,35.
HER eru oddsini:
##med3##