20 ár við estetiskum fimleiki

Í ár eru 20 ár liðin, síðani føroyskur fimleikur fór undir eina nýggja ítróttargrein, tá valt var at fara frá danska grand prix fimleikinum og fara til altjóða AGG fimleikin í staðin; tað, sum vit her heima kalla estetiskan fimleik.

Føroya Fimleikasamband:

 

Sigast má at nógv er hent hesi árini. Tað byrjaði alt, tá ið Katrin Abrahamsen, sum tá var forkvinna í Føroya Fimleikasambandi legði grundarlagið fyri nýggja fimleikinum, og umboð fyri føroysku fimleikafeløgini fóru kanningarferð til Bulgaria at hyggja.

 

Nú, 20 ár seinni, stendur fimleikurin sterkari enn nakrantíð. Hetta kappingarárið hevur verið søguligt. Í ár hava vit 21 lið í fýra feløgum – Havnar Fimleikafelag, Ljósið, Klaksvíkar Fimleikafelag og Støkk, sum fyri fyrstu ferð skulu kappast í fýra kappingum, tí vit hava tríggjar steypakappingar og nú sjálvt Føroyameistaraheitið (FM).

 

Eisini leita føroysk lið javnan út um landoddarnar at kappast, og vit kunnu við stoltleika staðfesta, at okkara lið eru at finna millum tey bestu í heiminum í okkara ítrótt.

 

FM verður í ár hildið í nýggju og flottu høllini við Tjarnir – eitt stórt stig fyri føroyskan fimleik, nú 20 ára jubileumið skal hátíðarhaldast.

 

Leygardagin 17. mai verður undankapping, og sunnudagin 18. mai verður sjálv FM-finalan. Talan er um eitt spennandi og mennandi stig fyri føroyskan fimleik, har bæði ung og vaksin fáa møguleika at royna seg í einum kappingarumhvørvi á altjóða støði.

 

Vit gleða okkum at bjóða áhoyrarum, foreldrum og fimleiksáhugaðum vælkomin til eina stórfingna og minnisríka kapping.

 

Atgongumerki til kappingina kunnu fáast á www.atgongumerki.fo