Í fíggjarligu metingunum er dentur lagdur á at kanna, hvat tað kostar Tórshavnar kommunu, um kommunan byggir sína egnu brennistøð, ella um kommunan leggur saman við IRF og bara ein brennistøð verður bygd.
Fíggjarliga verður eisini hugt eftir, hvat tað kostar Tórshavnar kommunu í rakstri yvir fimm ár eins og yvir 15 ár, um kommunan leggur saman. Tað vil siga, um tað er ein fyrimunur yvir ár at leggja saman.
Ein nýggj brennistøð kostar umleið 350 milliónir krónur. Men um allar útreiðslur, sum eru tengdar at eini nýggjari brennistøð, verða tiknar við, er prísurin omanfyri 400 milliónir krónur.
##med2##
239 milliónir dýrari yvir 16 ár
Í myndini her á síðuni er miðal kostnaðurin fyri burturkastøkið hjá TK , har KB koyrir sjálvstøðugt, samanborið við kostnaðin hjá TK í eini samanlegging av KB og IRF (2020-2036).
Í frágreiðingini verður sagt, at stóri munurin av árliga kostnaðinum hjá TK er serliga, at IRF ber allan íløgutørv, har allir eru við til at fíggja eina nýggja felags brennistøð á Hjalla.
Hendan kostnaðarmeting fyri burturkastøkið hjá TK við og uttan IRF vísir, at útreiðslurnar hjá Tórshavnar kommunu tey komandi 17 árini samanlagt eru 239 milliónir krónur hægri (ella í miðal 14,0 milliónir krónur hægri pr. ár) , um KB koyrir sjálvstøðugt samanborið við um KB gerst partur av IRF.