275 blástu hjá løgregluni og 60 kundu ikki koyra

Í gjár bjóðaði løgreglan fólki at máta alkoholpromilluna eftir G Festivalin

275 fólk nýttu høvið, tá løgreglan í gjár bjóðaði fólki at blása í alkometrið fyri at vita, um tey kundu koyra bil. Av teimum 275 fólkunum, so høvdu 60 teirra ov høga promillu til at koyra bil.

Vaktleiðarin á politstøðini sigur, at fleiri teirra søgdu, at tey trúðu ikki, at tey vóru so rúsað, at tey ikki kundu koyra bil.

Hetta er fyrstu ferð, at løgreglan hevur bjóðað hesa tænastuna, sum vaktleiðarin sigur eydnaðist sera væl.

– Vit vóru eitt sindur bangin fyri, at hetta fór at verða misbrúkt, men so var ikki, sigur vaktleiðarin.

 

Men klokkan 15 í gjár var kortini ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring í Gøtudali. Hann varð skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, men um hann var millum teirra, sum frammanundan hevði blást í alkometrið hjá løgregluni, meldar so tó einki um.