ES skal gerast ein "magnet fyri granskarar". Tað sigur forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen.
Hetta fer hon millum annað at gera við einum íløgupakka upp á 500 milliónir evrur í tíðarskeiðinum frá 2025 til 2027, boðaði von der Leyen frá á tíðindafundi á universitetinum Sorbonne í París.
Tað svarar til stívliga 3,7 milliardir krónur.
Íløgan er liður í átakinum hjá ES-nevndini Choose Europe, sum hevur til endamáls at draga útlendskar granskarar til sín.
Harumframt sigur hon, at granskingarfrælsi skal staðfestast í ES-lóggávuni.
- Veljið vísindi, veljið Evropa, sigur hon.
- Vit skulu tryggja, at vísindin framvegis verður fræls - nú meira enn nakrantíð. Vit vilja tryggja frían ferðslu av gransking. Evropa skal vera heimstaður hjá fríari gransking, sigur Ursula von der Leyen.
Sambært nevndarforkvinnuni skulu limalondini í ES eisini leggja trý prosent av bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ) í gransking og menning innan 2030.
Evropiska fráboðanin kemur í eini tíð, har universitetini í USA eru fyri niðurskurði.
Hetta kemst av, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur ákært amerikonsk úrvalsuniversitet fyri at stuðla vinstravendum virðum og jødahatur.
- Vit kunnu vera samd um, at vísindin ikki hevur pass, kyn, tjóðskap ella politiskt tilknýti, sigur Ursula von der Leyen í røðu síni.
At undirmeta leiklutin hjá vísindinum hevði verið ein "risa feilrokning", sigur nevndarforkvinnan.
Franski forsetin, Emmanuel Macron, fer eisini at halda røðu við høvið í dag.
Her kallar hann millum annað núverandi politisku linjuna hjá USA á vísindaøkinum fyri eitt "mistak" og eitt "diktat".
- Evropa hevur gjørt sítt val. Vit velja at byrja eina nýggja tíð við uppfinning og snildum. Vit velja at vera meginlandið, har universitetini eru súlurnar undir okkara samfelag og lívshátti okkara, sigur Ursula von der Leyen.
Dansk Industri (DI) tekur undir við vaksandi íløgum, men er ikki bara jaligt um ætlanina.
- Tað er ein hvørvisjón, um vit halda, at Evropa kann lyfta amerikanska íkastið til vísindi við at útskriva ávísingar og visum til útvaldar toppgranskarar, sigur varastjórin í DI, Mikkel Haarder.
Sambært honum noyðast vit í staðin at samstarva við okkara amerikansku samstarvsfelagar.
/Ritzau/