SAMTYKT í Løgtinginum: Útlendskur ognarskapur út úr føroysku fiskivinnuni

Tað hevur alla tíðina verið málið hjá Tjóðveldi,

...at útlendskur ognarskapur skal út úr veiðiliðinum í føroysku fiskivinnuni, soleiðis at vit tryggja, at ræði er fult og heilt á føroyskum hondum – og tryggja at avkastið av okkara felags tilfeingið ikki verður drigið av landinum.

Í øldir hevur fiskivinnan verið bulurin undir føroyska búskapinum.

Tey, ið undan fóru, hava í áratíggju stríðst fyri at víðka um okkara sjóøkið. Fyrst út á 3 fjórðingar, síðani 12 og 50 fjórðingar, og so fyri smáum 50 árum síðani út á 200 fjórðingar. -Tey hava stríðst fyri rættindunum hjá Føroyum og føroyingum at gagnnýta tað tilfeingið, sum er í okkara sjóøki her í Norðuratlantshavi.

Vit eiga í prinsippinum okkara 55.000inda part av fólksins ogn, men tað gevur sjálvandi ikki meining, at vit hvør í sínum lagi fara út at fiska okkara part. Tí er veiðiliðið í fiskivinna skipa í loyvisskipan, har nøkur fá hava atgongd at fiska okkara felag tilfeingi. –Hava atgongd at skapa virðir fyri reiðarí, manningar og samfelagið alt - hava møguleika at vinna pengar til reiðarí og manningar og ikki minst til kommunukassar og landskassan.

Sjálvandi skal hesin framíhjárættur at gagnnýta okkara tilfeingið – tilfeingið hjá tær og mær, hjá okkum øllum og hjá teimum, sum koma aftaná okkum – verða á føroyskum hondum fult og heilt.

Av somu orsøk er tað og tað hevur alla tíðina verið okkara mál – málið hjá Tjóðveldi – at útlendskur ognarskapur skal út úr føroysku fiskivinnuni, soleiðis at vit tryggja, at ræði á føroysku fiskivinnuni er fult og heilt á føroyskum hondum. –Tryggja at avkastið av okkara felags tilfeingið ikki verður drigið av landinum. Tí hetta er jú eitt tilfeingið, sum skal skapa avkast og inntøkur til føroyska samfelagið.

Fríggjadagin samtykti løgtingið, at reglurnar fyri útlendskan ognarskap verða herdar, soleiðis at nýggjur útlendskur ognarskapur ikki kann keypa seg inn í føroysk feløg við veiðirættindum, eins og verandi útlendingar ikki kunnu víðka um sín ognarlut ella avgerðarrætt í feløgum fram til 1. januar 2032, tá allur útlendskur ognarskapur skal vera úti úr veiðiliðnum.

Sjálvandi skal eigaraskapurin og avgerðarrætturin á veiðiliðinum í føroysku fiskivinnuni liggja fult og heilt á føroyskum hondum, soleiðis at tað avkastið, sum kann blíva, fult og heilt fer til føroyskar fyritøkur og til føroyska samfelagið.

Tað tekur ein meiriluti í løgtinginum eisini undir við og samtykti fríggjadagin herðingarnar í reglunum um útlendskan ognarskap.

 

 

Dennis Holm

Løgtingslimur fyri Tjóðveldi