Altjóða nettrygdarfyritøkan Wired Relations á Tonik 2025

At satsa tíðliga og hava rætta fokus gav altjóða viðurkenning til Wired Relations. Á Tonik 2025 fortelur íleggjarin Claus Klein-Ipsen sína søgu um at blíva virkin partur í nettrygdarfyritøkuni

Tíðindaskriv:

 

Wired Relations, við uppruna í Føroyum, var tíðliga úti við einari nýskapandi software-loysn til dátuvernd og nettrygd, sum hevur vakt ans uttan fyri Føroyar. Felagið hevur drigið til sín altjóða íleggjarar við royndum úr feløgum sum Apple, Amazon og Thomson Reuters. Eitt prógv um álitið á visjónina og vøksturin hjá felagnum.

Kundarnir eru nógvir og telja í dag fleiri stórar fyritøkur, so sum TV2, DR, DSB, Metroselskabet, Hummel og Nykredit, umframt føroyskar fyritøkur. Hetta vísir, hvussu álitið á nettrygdarfelagið er vaksið.

Íleggjarin Claus Klein-Ipsen, sum varð skjótur at síggja møguleikarnar, valdi longu í 2020 at seta álit og kapital í felagið. Hann er í dag Head of Customer Relations og verður ein av høvuðsrøðarunum á Tonik við framløguni:

“Betting on the Right Horse: When an Investor Becomes Part of the Team”

Framløgan gevur eitt serligt innlit í ferðina hjá einum íleggjara, sum ikki bert stuðlaði við fígging, men sum gjørdist ein virkin partur av vøkstrinum og liðnum. Hetta undirstrikar týdningin av álit og felags visjón.

Søgan um Wired Relations er ein áminning um, hvussu eitt lítið føroyskt felag við rætta fokus og nýhugsandi loysnum kann vinna sær virðing og álit á altjóða pallinum – og gerast ein partur av loysnini upp á nakrar av størstu avbjóðingunum í okkara tíð.

Sí skránna til Tonik 2025 her: www.tonik.fo/schedule 

Áhugin fyri ráðstevnuni er sera stórur, bæði í Føroyum og uttanlands. Fleiri enn 60 fyritøkur luttaka og væntandi verða um 700 fólk, sum umboða íverksetarafyritøkur, vinnuvirkir, tænastufeløg, myndugleikar, fíggjarstovnar og íleggjarar. 

Hetta er triðja árið at skipað verður fyri stórslignu og festival líknandi ráðstevnuni, sum hevur verið útseld hvørt ár.

Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis- og vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK og Elektron er høvuðsstuðul í 2025. Ráðstevnan verður í Silo í Sjóvinnuhúsinum næsta fríggjadag 9. mai.