Tað vísir ein nýggj og umfatandi kanning frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn, skrivar danska TV 2.
Her hava granskarar greinað 1,5 milliónir tekstbrot frá tilsamans 1.000 donskum politikarum frá 1997 til í dag.
– Vit síggja, at politikarar í stjórnini brúka fløktari málburð enn starvsfelagar teirra í andstøðuni - ikki tí teir vilja, men tí teir noyðast, sigur Frederik Hjorth, lektari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, við fjølmiðlarnar.
Granskararnir er komnir til ta niðurstøðu, at málið heilt einfalt broytist, tá ein politikari fer frá at vera í andstøðu til at fáa stjórnarvald.
Tað er lættari at miðla einfaldar, ófløktar boðskapir, tá tú skalt finnast at stjórnini og leggja upp til alternativar leiðir.
/Ritzau/