U19 EM-endaspælið hjá kvinnum byrjar í morgin

Føroyar eru í innleiðandi bólki saman við Rumenia, Spania og Týsklandi

Mynd: HSF

HSF skrivar: 

 

- U19-kvinnurnar eru farnar á flog í morgun og komandi mikudag, tann 9. juli, byrjar EM-endaspælið fyri U19-kvinnur, sum verður leikt í Podgorica í Montenegro.

 

Kappingin kann stroymast á ehftv.com. Fyri at stroyma krevst at ein skrásetir seg sum brúkara. Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

 

Mikudagin 9. juli

Kl.11.00 Rumenia – Føroyar

 

Hósdagin 10. juli

Kl. 11.00 Spania – Føroyar

 

Leygardagin 12. juli

Kl. 13.30 Føroyar – Týskland

 

Hesir eru í føroyska hópinum til EM-endaspælið, sum verður leikt í døgunum 9. juli – 20. juli.

 

Málverjar:

Anita Dahl, H71

Gylta á Neystabø, Kyndil


Útileikarar:

Sára Berg á Lag, H71

Silja Geirsdóttir Eystberg, EB

Fjóla Skaalum Vilhelm, H71

Elida Joensen, H71

Katrin Hansen, Kyndil

Ró Reginsdóttir, Neistin

Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF

Marta Højgaard, H71

Karin Fossabrúgv, H71

Joan Johannesen, Kyndil

Mira Bendix Laursen, Kyndil

Marjun Jansdóttir, Kyndil

Agatha Djurhuus, VB

Rakul Christiansen, H71

 

Mynd: HSF