40 føroysk heiðursmerki til fimleikaoyggjaleikir

Í hesum døgum hava 14 føroyskir fimleikarar luttikið í Inter Island Games í Álandi. Skipað verður fyri Inter Island Games, tey árini fimleikur ikki er umboðaður á Oyggjaleikum.

Í gjár vóru finalurnar í ymisku amboðunum í FIG. Í FIG gera fimleikararnir sínar egnu seriur. FIG er mótsatt SET, har øll gera somu seriur.

 

Føroysku fimleikarnir vunnu heili 6 gull heiðursmerki, 3 silvur heiðursmerki og 4 bronsu heiðursmerki.

 

Hjá monnum vann Aron D. Jacobsen gull í beinsveiggj, ringum og rekk. Teitur Karbech í Hjøllum vann bronsu í gólv, lop og paralell barr. Bjarki Johannessen vann gull í paralell barr og silvur í lop, meðan Rókur Vestergaard vann silvur í beinsveiggj.

 

Hjá kvinnum vann Astrid Nanley Breckman gull í barr og gólv, meðan Mia Højgaard vann silvur í barr og bronsu í gólv.

 

Fríggjadagin varð kappast í allround, tá verður kappast á øllum amboðum, og vinnarin hevur flest stig samanlagt. Tá vann Aron D. Jacobsen sannførandi hjá monnum við nærum 4 stigum. Mia Højgaard vann silvur hjá kvinnum.

 

Mikudagin varð SET kappingin, og tá vunnu føroysku fimleikarnir 8 gull heiðursmerki, 4 silvur heiðursmerki og 4 bronsu heiðursmerki, umframt tað vunnu mennirnir gull í liðkappingini, og kvinnurnar vunnu silvur.

 

Marin Danielsen hevur luttikið í unglingabólkinum, og hon hevur tilsamans vunnið 5 gull heiðursmerki og 2 bronsu heiðursmerki.

 

Samanlagt hava føroysku fimleikararnir vunnið heili 40 heiðursmerki – 21 gull heiðursmerki, 9 silvur heiðursmerki og 10 bronsu heiðursmerki.