51 fólk álopin undir franska valstríðnum

Tey, sum fremja ágang og harðskap, koma serliga av ytstu vengrum

30.000 løgreglufólk skulu tryggja frið á franska valinum sunnudagin (Mynd: Gonzalo Fuentes/Reuters)

51 politikarar, hjálparfólk og sjálvboðin hava higartil verið fyri ágangi í valstríðnum til franska tjóðartingsvalið.

 

Tað sigur franski innanríkisráðharrin, Gérald Darmanin, við sjónvarpsstøðina BFM TV.

 

– Valstríðið er stutt, men kortini hava 51 kandidatar, varafólk og sjálvboðin longu verið fyri kropsligum harðskapi, sigur Darmanin sambært AFP.

 

Hann sigur, at fleiri enn 30 fólk eru handtikin fyri harðskap, og sambært innanríkisráðharranum koma tey av ytstu høgra- og vinstravengrunum.

 

Fyrra valumfar til franska tjóðartingið var sunnudagin, og seinna valumfar verður nú sunnudagin. Ytru vengurnir hava fingið munandi størri undirtøku enn vanligt – serliga høgraflokkurin hjá Marine Le Pen.

 

30.000 løgreglufólk skulu tryggja frið á franska valinum sunnudagin (Mynd: Gonzalo Fuentes/Reuters)