Tørvur er á at seta munandi fleiri serlæknar í Sjúkrahúsverkinum og kommunulæknar komandi árini
Tað sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi í dag.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur sett ein arbeiðsbólk at gera eitt tilmæli um, hvussu nógvir serlæknar skulu vera á hvørjum øki í sjúkrahúsverkinum og kommunulæknaskipanini og um, hvørji serlæknaøki skulu mennast í heilsuverkinum .Tilmælið er nú liðugt og varð handað landsstýriskvinnuni síðst í juni.
Í tilmælinum verður mett, at tørvur er á 53 serlæknastørvum afturat í sjúkrahúsverkinum og 10 kommunulæknastørvum afturat. Tað er eisini so, at nøkur av størvunum, sum eru í heilsuverkinum í dag, eru mannaði við avloysarum. Hetta merkir, at tørvur er á fleiri enn 53 serlæknum í sjúkrahúsunum og fleiri enn 10 kommunulæknum afturat í føstum størvum.
Heilsumálaráðið sigur í tíðindaskrivinum, at "tað finst ongin skjót og løtt loysn at nøkta allan serlæknatørvin – serliga ikki á sjúkrahúsøkinum. Fleiri kommunulæknar verða útbúnir í føroysku skipanini komandi árini. Tað fer at bøta um tørvin í kommunulæknaskipanini. Á sjúkrahúsøkinum fara at ganga nøkur ár, áðrenn munandi fleiri serlæknar verða útbúnir."
Ráðið vísir á, at nógvir føroyingar eru undir læknaútbúgving, so útlitini eru betur í árunum sum koma, og at arbeiði at gera sjúkrahúsverkið til universitetssjúkrahús kann gera møguleikarnar enn betri.
Heilsumálaráðið fer nú at viðgera tilmælið um serlæknamanningina í heilsuverkinum og um serlæknaætlanin samsvarar við aðrar ætlanir, sum arbeitt verður við.
Tilmælið hjá arbeiðsbólkinum kann lesast her.