Verkstova um landbúnað, náttúru og umhvørvi

Týsdagin 9. juli kl. 11:00 verður forvitnislig verkstova um landbúnað, náttúru og umhvørvi hildin á Búnaðarstovuni. Verkstovan er í høvuðsheiti ætlað bøndrum og øðrum áhugaðum, tað boðar Umhvørvisstovan frá

Verkstovan er liður í eini NORA landbúnaðarverkætlan, har Búnaðarstovan, og Umhvørvisstovan samstarva við Ráðgjafarmiðstøð Lanbúnaðarins og Vatnajøkulstjóðgarð í Íslandi og Nunalerinermut Siunnersorteqarfik úr Grønland. 

 

Verkætlanarsamstarvið leggur dent á samanberingar landanna millum, viðvíkjandi landbúnaði, náttúru og umhvørvi. Kunnu vit javnviga landbúnað, náttúru og umhvørvi, uttan at minka um úrtøkuna? 

 

Tað er ókeypis at luttaka á verkstovuni, men av tí at vit bjóða ábit, er neyðugt at boða frá luttøku. 

 

Á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni sæst skráðin fyri dagin, og har ber til at melda seg til.

 

Melda til í seinasta lagi mánadagin 8. juli 2024 kl. 12:00.