Koyrdi 129 – við ongum koyrikorti

- Tað verður serliga hart revsað at koyra í frádømingartíð, sigur løgreglan.

 

 

 

 

 

 

Tá løgreglan í gjár gjørdi ferðmátingar á Fuglafjarðarvegnum, varð ein bilførari máldur at koyra 129 kilometrar um tíman, har loyvda hámarksferðin annars er 80 kilometrar um tíman.

 

Men, tað var ikki nóg mikið við, at bilførarin koyrdi alt ov skjótt. Hann hevði heldur einki koyrikort.

 

- Koyrikortið er mist og tíðin at taka tað aftur var ikki komin. Nú fer tað at taka enn longri tíð, til viðkomandi kann taka koyrikortið aftur, sigur løgreglan.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at tað verður serliga hart revsað at koyra í frádømingartíð.

 

Tað er nevniliga soleiðis, at fyrstu ferð, tú verður tikin í frádømingartíð, er bótin ein heil mánaðarløn, eftir at skatturin er goldin. Í øðrum umfari noyðist tú inn at sita fyri hetta brot á ferðslureglurnar.

 

- Aftrat øllum hesum kemur so bótin fyri at koyra alt ov skjótt, leggur løgreglan aftrat.