95 milliónir skulu brúkast til skúla í Leirvík

Sáttmáli um út- og umbygging av skúlanum í Leirvík er nú undirskrivaður

 

Tað var á býráðsfundi í Eysturkommunu hin 26. mars í ár, at býráðið samtykti at taka av tilboði frá Kanjon viðvíkjandi út- og umbygging av skúlanum í Leirvík.

 

Sáttmálin millum Eysturkommunu og Kanjon varð undirskrivaður í gjár.

 

- Samlaða kostnaðarmetingin fyri verkætlanina er umleið 95 milliónir krónur. Arbeiðið fer í gongd skjótast gjørligt og væntast at vera liðugt innan hálvt triðja ár.

 

Hetta vita tey í Eysturkommunu at siga í dag.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at verkætlanin í Leirvík fevnir um niðurtøku av trimum bygningum. Í teirra stað verður ein nýggjur bygningur reistur, og útiøkið rundan um verður tillagað.

 

Nýggi bygningurin verður umleið 2000 fermetrar.

 

Bygningurin verður karmur um skúlastovur, tónleikastovu, mið- og ítróttahøll við tveimum badmintonbanum, bókasavni, umklæðingarrúmum og læraraumhvørvi við fyrireikingarhølum.

 

##med2##