- Eg visti slett ikki av, at eg í sínari tíð var uppstillaður. Men, eg var á lista, og eg varð valdur, og til stuttleikar kann eg siga, at tey sluppu ongantíð av við meg aftur, sigur Arni Teindal brosandi

- Tey sluppu ikki av aftur við meg

- Okkara besta vón um, at bygdin einaferð kann fara at veksa aftur, er tunnilin, men eingin trygd er fyri nøkrum, sigur Arni Teindal í Fámjin

 

 

- Eg visti slett ikki av, at eg í sínari tíð var uppstillaður. Men, eg var á lista, og eg varð valdur, og til stuttleikar kann eg siga, at tey sluppu ongantíð av við meg aftur, sigur Arni Teindal brosandi

- Nú eru okkara børn ikki smá longur, men tað eru fleiri túrar gjørdir um Øraskarð, har tú ikki hevði samvitsku at taka børnini við í bilin. Tað hevur ikki altíð verið so skilagott at farið um skarðið, sigur Arni Teindal í Fámjin.

 

Í meira enn helvtina av sínum lívi hevur hann sitið í bygdarráðnum í Fámjins kommunu. Hann er føddur hin 15. september í 1969, og hin 18. apríl í fjør skrivaði hann soleiðis á sínum Facebook-vanga: 

- Í dag havi eg sitið í 27 ár og tríggjar og ein hálvan mánað - ella 9.969 dagar - í Fámjins bygdarráði. Hetta merkir, at eg havi sitið júst helvtina av mínum lívi í bygdarráðnum.

Og hann legði aftrat: 

- Ikki er bygdin tann størsta, man tað hevur tó verið framúr áhugavert at verið við til at stýra hesi fantastisku bygd saman við nógvum góðum og áhugaðum fólkum. Takk fyri møguleikan, leggur hann aftrat.

Arni er útbúgvin lærari, og lærarastarvið hevur verið høvuðsstarvið hjá honum, tó at hann eisini hevur verið skrivari hjá Fámjins kommunu líka leingi, sum hann hevur sitið í bygdarráðnum. Men, skrivarastarvið er bara eitt parttíðarstarv.

- Í summar havi eg verið lærari í Hvalba í 25 ár, og fyri ta tíð var eg lærari í Vági í trý ár og eitt ár í Porkeri. Tað var, meðan eg var lærari fyrsta árið í Hvalba, at eg undirvísti í Porkeri ein dag um vikuna, sigur hann.

Honum dámar væl lærarayrkið, og hóast árini eru mong, trívist hann framvegis sum lærari. 

Áðrenn vit fara víðari, kunnu vit leggja aftrat, at Arni Teindal eisini hevur røkt onnur álitisstørv, eitt nú í umboðsráðnum hjá Betri.

- Eg havi verið kommunuskrivari líka leingi, sum eg havi sitið í bygdarráðnum. Tá eg søkti kommunuskrivarastarvið á heysti í 1996 og tók við starvinum á nýggjárinum hin 1. januar 1997, høvdu vit eisini havt kommunuval.

Arni Teindal sigur, at tað var heilt av tilvild, at hann gjørdist bygdarráðslimur í Fámjins kommunu, og hann var faktiskt uppstillaður av óvart, sum hann málber seg. 

 

- Eg visti slett ikki av, at eg var uppstillaður. Men, eg var á lista, og eg varð valdur, og til stuttleikar kann eg í dag siga, at tey sluppu ongantíð av við meg aftur, sigur hann brosandi.

Øll hesi árini hevur hann soleiðis bæði verið í bygdarráðnum og hevur sitið sum parttíðarsettur kommunuskrivari.

 

Tunnilin er besta vónin

Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, vóru fimm bygdarráðslimir í Fámjins kommunu, men tá fólkatalið í bygdini datt niður um 100, minkaði talið av bygdarráðslimum niður í trý umboð.

- Eg haldi, tað var til kommunuvalið í 2016, at talið datt niður í trý umboð, sigur hann.

Tað er eingin loyna, at tað hevur gingið skeiva vegin við fólkatalinum í kommununi, og í dag er fólkatalið lítið omanfyri 70. 

Hagstova Føroya sigur 74, og tølini hjá stovninum prógva, at gongdin hevur verið skeiva vegin, tí skrásetta íbúgvaratalið fyri einum ári síðan var 77.

Tá tølini eru so smá, og eingin tilflyting er, dettur eisini burtur av við náttúrligari frágongd, har onkur fer at nema sær útbúgving, og onkur fer um sýn, sum árini ganga. 

Herfyri, tá vit vitjaðu í Fámjin, hittu við Arna Teindal niðri í sermerktu og vøkru bygdini, sum Fámjin er.

Tað er trupult at finna ein vakrari blett í Føroyum, enn bygdin á vestursíðuni á Suðuroynni er, tó at bygdin í fólkatali er minsta kommuna í Suðuroy.

Hóast hetta var ein av vakrastu várdøgum, og vit áður hava vitjað í bygdini, var tað ein ávís avbjóðing at koyra um Øraskarð, tí her er bæði smalt, kronglut og høgt niðurfyri, áðrenn tú kemur niðan á hægsta punkt.

Tað er lætt at ímynda sær, hvussu hesin teinurin er at koyra í stormi - og ikki minst, tá tað bæði er stormur og kavarok. Tá er farleiðin avgjørt ikki fyri sartar sálir.

- Tað er eingin ivi um, at okkara besta vón um, at bygdin einaferð kann fara at veksa aftur, er tunnilin, men eins og hjá øðrum smáplássum hava vit onga trygd fyri nøkrum. 

Arni Teindal sigur, at í øllum førum er greitt, at tunnilin kemur at gera tað nógv høgligari hjá teimum, sum búgva í Fámjin - at koma úr bygdini og heimaftur. 

- Vit hava skilt, at tunnilin letur upp alment tíðliga í summar, og hetta verður ein fantastiskur lætti hjá bygdarfólkinum og øllum teimum, sum kundu hugsað sær at vitjað í bygdini.

 

Ringir túrar um Øraskarð 

Sum lærari øll hesi mongu ár í Hvalba, eigur hann nógvar túrar um Øraskarð, og hann ásannar, at fleiri túrar eru gjørdir, sum vóru betur ógjørdir.

- Nú eru okkara børn ikki smá longur, men tað vóru fleiri túrar, har tú ikki hevði samvitsku at taka børnini, sum annars skuldu til ansing, við í bilin, men heldur valdi at koyra einsamallur.

Arni ásannar, at slíkt letur seg gera, tá tú ert ungur og raskur, og nógv verður lagt fyri æruna at møta upp.

- Eg noyðist at ásanna, at tað ikki altíð hevur verið so skilagott at farið um Øraskarð, og tað vóru túrar, har bilurin dansaði eftir vegnum, bæði av vindi og kava.

Sum bygdarráðslimur øll hesi mongu ár er hann í dag myndugleikunum sera takksamur fyri, at vegurin til Fámjins at enda varð raðfestur, soleiðis at tunnilin skjótt letur upp.

- Eingin harmast meira enn vit her í Fámjin um, at tunnilin gjørdist so kostnaðarmikil, tí gróttilfarið var so svikaligt. Um okkurt kundi verið gjørt øðrvísi, vita vit ikki, men hetta eru ting, sum vit onga ávirkan hava havt á. 

Hann ásannar, at tað er so lætt at vera eftirklókur, men í øllum førum eru fólk í Fámjin sera fegin, og tað er eingin ivi um, at hetta verður ein góður tunnil.

- Nú vóna vit bara, at Landsverk fer at skipa so fyri, at vit eisini fáa eina góða og nútíðarhóskandi vegaføring heilt oman í bygdina, leggur hann aftrat.

 

Nógv er hent í Fámjin

Hóast kommunan er lítil í fólkatali, heldur Arni Teindal, at tað eru góð fólk, sum hava sitið í bygarráðnum øll hesi mongu ár, og tað eru eisini góð og dugnalig fólk, sum hava sitið við stýrisvølin.

- Eg haldi, eg kann siga, at vit øll hava gingið við lív og sál upp í hetta arbeiði, og øll hava viljað kommununi tað besta.

Arni heldur, at tað ber illa til at vakna í Fámjin ein góðan morgun – fara út á trappuna og vera í ringum lag, tí umhvørvið í bygdini og kring bygdina er so vakurt.

Hann heldur eisini, at væl er komið burtur úr hjá bygdarráðnum við tí lutfalsligu lítla fíggjarorku, sum kommunan hevur at arbeiða við.  

- Seinastu tvey skeiðini hava vit eitt nú lagt okkum eftir at gjørt vegirnar bæði betri og breiðari, og her er talan um einar 500-600 metrar av vegi við nýggjum gøtuljósum.

Vatnleiðingin er nýggj, kloakkviðurskiftini eru loyst, og øll bygdin hevur fingið fipurkaðal.

Hann heldur, at øll bygdarráðini hava roynt sum best undir givnum umstøðum, og tað er ikki av tilvild, at bygdin meira enn einaferð hevur fingið heiður sum Føroya best røkta bygd.

- Eitt, sum kann nevnast, er, at bygdin langt aftur í tíðina hevur havt borgarstjórar, sum ikki høvdu sínar røtur í Fámjin. Tí kunnu vit ikki siga, at øll ikki hava verið hjartaliga vælkomin higar. 

Arni Teindal fer fleiri ár aftur í tíðina og sigur seg minnast Elina Nielsen, sum var ættað úr Mikladali og sum gjørdist lærari í Fámjin, tá hann gekk í 4. flokki.

- Elin sat sum borgarstjóri í kommununi eini trý valskeið. Eyðdis Ellendersen, sum er ættað úr Øravík, sat sum borgarstjóri í eini tvey valskeið, og nú á triðja skeiði sigur Jóanis Lisberg, sum er ættaður úr Sumba, sum borgarstjóri.

Arni, sum er varaborgarstjóri, ásannar, at hetta eru øll skilafólk, sum øll vildu bygdini alt tað besta.

- Tað hevur passað mær fínt at sitið í bygdarráðnum øll hesi ár, samstundis sum eg havi verið parttíðarskrivari, tí ein borgarstjóri hevur ikki meira at siga enn hinir bygdarráðslimirnir, tá til stykkis kemur. 

Hyggja vit eftir seinastu skeiðunum í Fámjins kommunu, ásannar Arni Teindal, at hann og Jóanis Lisberg øll hesi ár hava havt eitt sera gott samstarv.

 

- Jú, samstarvið hevur verið sera gott, og eg havi stórt álit á Jóanisi. Vit hava verið samdir um tað mesta, men vit vóru ikki samdir um samanlegging. Tað hevur tó á ongan hátt skilt okkum, sigur hann brosandi. 

 

Fámjin gott útróðrarpláss

Fámjin er gott útróðrarpláss, og tað var eisini tann tíð, tá nógvur útróður var í bygdini, men bygdin hevur ikki útróðrarhavn.

- Fámjin er brimpláss, og tað er serliga útsynningurin, sum kann vera ringur og hava nógv brim við sær á vetrardegi. Tað hevði slett ikki borið til at bygt eina trygga bátahavn her, har bátarnir eisini lógu tryggir gjøgnum allan veturin.

Arni vísir á, at í summarhálvuni er rímiliga gott at hava bát liggjandi í Fámjin, men tað er komið fyri, at onkrir bátar er drignir upp í juli, tó at hetta ikki er vanligt um summarið.

- Úr Fámjin er stuttur vegur út á góðar fiskileiðir, kanska bara tíggju minuttir, tá fiskurin stendur nær. Siglir tú ein tíma úr bygdini, verður hetta roknað sum langur vegur á fiskileið, leggur hann aftrat.

Vit kunnu leggja aftrat, at Fámjins kommuna hevur millum lægstu kommunuskattaprosent í Føroyum, og prosentið er 16.

- Øll eru vælkomin at spyrja seg fyri um møguleikar at seta búgv her hjá okkum, og eingi ivi er um, at tað hevði glett okkum at sæð fleiri nýggjar borgarar í bygdini. Fólk, sum hava ættarbond her, eru eisini ófør at vitja aftur, tá felags tiltøk eru.

Arni Teindal sigur, at kommunan vil strekkja seg rættiliga langt fyri at fáa nýggjar borgarar til bygdina.

- So, um tað eru fólk, ið hugsa møguleikan at seta seg niður her hjá okkum, eru tey hjartaliga vælkomin at venda sær til kommununa, leggur hann aftrat.

 

##med2##

 

- Eg visti slett ikki av, at eg í sínari tíð var uppstillaður. Men, eg var á lista, og eg varð valdur, og til stuttleikar kann eg siga, at tey sluppu ongantíð av við meg aftur, sigur Arni Teindal brosandi