Løgreglan roynir í løtuni at finna út av, hvør persónurin var, sum í gjár stjól vørur fyri um 8.000 krónur í einum elektronikkhandli í Havn. Og tey fara helst at finna út av, hvør persónurin var tí tey hava fingið myndir av persóninum.
Tað var um middagsleitið í gjár, at stuldurin fór fram, sum var boðaður løgregluni í gjárkvøldið. Í handlinum eru vakmyndatól, so tað sæst týðuliga, hvør tað er, sum hevur tikið vørurnar.
Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at tey arbeiða í løtuni við at finna út av, hvør viðkomandi er.
– Vit hava ikki funnið viðkomandi enn, men vit royna at finna fram ti, hvør tað er. Tað gera vit fyrst við at vísa myndirnar innanhýsis hjá løgregluni, men um tað ikki riggar, so skal støða takast til, um myndirnar verða almannakunngjørdar, sigur vaktleiðarin.