Talið av deyðum eftir, at ein tekja í einum náttklubba í Dominikanska Lýðveldinum rapaði, er nú vaksið.
Hendingin fór fram í høvuðsstaði landsins, Santa Domingo, í gjár.
Bjargingarlið siga í morgun, at talið av deyðum eftir vanlukkuna í náttklubbanum Jet Set nú er komið upp á 98.
Í fyrstani varð sagt, at 15 fólk vóru deyð, men skjótt varð talið dagført og endaði heilt uppi á 79.
Og í morgun siga nýggjastu tølini, at talið av deyðum er nógv størri enn áður hildið.
Tíðindastovan AFP veit at siga, at millum 500 og 1000 fólk vóru inni í bygninginum, tá tekjan rapaði.
Dagført:
Nú seinnapartin í dag sigur bjargingartænastan í Santa Domingo sambært AFP, at talið av deyðum er komið upp á 124.
##med2##