Á fólkating at stríðast fyri trygd, frælsi og fólkaræði

Framsókn fer á fólkating at arbeiða fyri trygd, frælsi og fólkaræði. Vit liva í ótryggum tíðum, og tað er týdningarmikið, at vit arbeiða hart fyri, at lutfalsligur friður aftur fer at valda millum stórveldini og at grundreglurnar í vesturheiminum um sjalvræði, frælsisrættindi og fólkaræði verða hildin í hevd.

 

Russland hevur brotið allar meginreglur um altjóða rætt, og hevur gjørt seg inn á allir hugsandi altjóða mannarættindasáttmálar.

 

Ukraina stríðist fyri sínari tilveru, og hevur tørv á stuðul frá teimum londum, ið ikki vilja góðtaka slíka atferð og herferð.

 

Landsstýrið hevur ikki tikið tey neyðugu stigini fyri at stuðla Ukraina og revsa Russland. Landsstýrið kann gera nógv meira, enn tað ger í dag.

 

Stuðulin til neyð- og menningarhjálp eigur at fara óskerdur til Ukraina. Samstundis ger Føroyar lítið og onki fyri at revsa Russisku stjórnina fyri sínar beistagerðir.

 

Ein fólkatingslimur fyri Framsókn fer á fólkating at arbeiða fyri, at Danmark, Føroyar og Grønland gera sítt fyri at tryggja, at heimurin verður eitt tryggari stað hjá komandi ættarliðum.

 

Bjarni K. Petersen,

 

Fólkatingsvalevni fyri Framsókn