Púra jøvn odds í toppdystinum millum NSÍ og KÍ

Her eru oddsini upp á teir fýra Betri-dystirnar sum vera spældir í kvøld

Í kvøld vera fýra dystir leiktir í Betrideildini hjá monnum.

 

Klokkan 18 byrjar dysturin í Sarpugerði í Norðragøtu millum Víking og HB. Klokkan 18.30 byrjar dysturin á Dungasandi í Sørvági millum 07 Vestur og EB/Streym, klokkan 19.30 byrjar dysturin á ovara vølli í Gundadali í Havn millum B36 og FC Suðuroy, og klokkan 20 í kvøld byrjar oddauppgerðin við Løkin í Runavík millum NSÍ og KÍ.

 

Tað er bert í tí eina dystinum, at talan er um eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á teir fýra dystirnar. Tað er bara B36 sum hevur eina greiða favorittstøðu. Víkingur hevur eina minni favorittstøðu móti HB, men í dystunum í Sørvági og í Runavík eru oddsini sera jøvn millum liðini.

 

HER eru miðaloddsini upp á teir fýra dystirnar, ið vera spældir í kvøld:

 

##med2##