Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad eru á gáttini til at flyta upp í næstbestu fótbóltsdeildina í Danmark.
Í dag tók Aarhus Fremad við trivaligum 3-0 sigri á útivølli á Næstved eitt stórt stig móti uppflytingini. Magnus Kirchheiner legði Aarhus á odda í 15. minutti, og 12 minuttir seinni økti Anders Holvad til 2-0. 13 minuttir inn í seinna hálvleik staðfesti Elias Egerton sigurin hjá Aarhus. Martin var á vøllinum allan dystin.
Andrass Johansen fekk tann seinasta hálva tíman á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í Fremad Amager leiktu javnt 1-1 móti Middelfart á leikvøllinum í Sundby. Tá Andrass kom á vøllin var Middelfart á odda 1-0. Seks minuttir undan dystarloki tryggjaði Hocine Derrar Amager tað eina stigið.
Aarhus Fremad er greitt oddalið við 57 stigum, nú bert fýra dystir eru eftir at leika. Middelfart hevur 52 stig og Fremad Amager hevur 50 stig.
Komandi fríggjakvøld fær Fremad Amager vitjan av Skive. Dagin eftir tekur Aarhus Fremad móti AB á Riisvangen leikvøllinum.