ES sinnað valevni liggur á odda á forsetavalinum í Póllandi

Forsetavalevnið hjá núverandi stjórnini, Rafal Trzaskowski, er á odda í exit-poll kanningum í Póllandi.

Rafal Trzaskowski er forsetavalevnið, sum er á odda í einari exit-poll kanning, eftir at valstøðini stongdu í Póllandi. Á myndini sæst hann tosa við pressuna eftir at hava atkvøtt fyrr í dag. - Mynd: Kasia Strek/Reuters

ES-sinnaða valevnið, Rafal Trzaskowski, er á odda á forsetavalinum í Póllandi. Tað vísir ein exit-poll kanning, skrivar AFP.

Sambært veljarakanningini er tó sannlíkt, at einki av valevnunum fær minst helvtina av atkvøðunum í fyrsta umfari.

Hetta merkir, at pólskir veljarar sannlíkt fara á val aftur 1. juni.

Her fara tey bæði valevnini, sum stóðu seg best, í annað umfar.

Rafal Trzaskowski er valevnið hjá núverandi stjórnini.

Í valstríðnum er høvuðsmótstøðumaðurin hjá Trzaskowski søgufrøðingurin Karol Nawrocki, sum er stuðlaður av flokkinum Lóg og Rættvísi (PiS).

/Ritzau/