AB fór við øllum úr Runavík

1. DEILD: Sigursmálið varð skorað fimm minuttir undan dystarenda

Tvær tær seinastu ferðirnar er tað endað javnt hjá AB – á útivølli ímóti Skála og á heimavølli ímóti ÍF.

 

Í dag vóru argjamenn í Runavík, og teir stórfegnaðust, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, og tað var greitt, at AB hevði vunnið 2-1. Hálvleiksstøðan var 1-1.

 

Jón Steingrímsson legði AB á odda eftir fimm minuttir. Tað var við fínum skoti, og hetta var fyrsta málið hjá Jón í ár.

 

AB leiðslan helt til ein lítil hálvur tími var farin. Tá var tað Michal Przybylski, sum javnaði til 1-1. Hann var bara á vøllinum í 1. hálvleiki, og hetta var sætta málið hjá honum í næstbestu deildini í ár.

 

Tað var óruddiligt og nógv aftur og fram í seinna hálvleiki, og leingi sá tað út til, at tað fór at enda javnt. Men so var tað fimm minuttir undan leikloki, at AB skoraði sigursmálið. Luca Ørsted Thorstensen legði innfyri við horna, og Dánjal Danielsen setti bóltin í málið.

 

AB hevur átta stig fyri fýra dystir, og NSÍ hevur fýra stig fyri fimm dystir.

 

NSÍ fer mikudagin at spæla á útivølli ímóti 07 Vestur.

 

AB fer hósdagin, skírisdag, at spæla á heimavølli ímóti B71.