Adrian var tvífaldur málskjútti

TB helt tørn í ein tíma, men so varð brotsspark umsett til mál, og tá vann HB 4-0

Tvøramenn vóru í Gundadali í góðveðrinum seinnapartin. Setningurin var at endurtaka tað, sum eydnaðist, tá ið HB 12. apríl var við Stórá í Trongisvági, og úrslitið var málleysur javnleikur.

 

Hóast HB leikliga var greitt omaná, og hóast HB hevði nógvar góðar støður í fyrra hálvleiki, tá ið heimaliðið vann 10 hornaspørk, so var tað framvegis málleyst, tá ið teir fóru at hvíla seg, og Anders Hoff í málinum, Gilli Rólantsson Sørensen, sum var liðformaður, og TB hildu tørn, inntil ein lítil tími var farin.

 

Tá bríkslaði Alex Troleis fyri brotssparki, sum Adrian Justinussen umsetti til 1-0, og næstu minuttirnar gekk tað ógvuliga skjótt við málskjótingini.

 

Fýra minuttir eftir, at hann við brotssparki hevði sett hol á, var Adrian Justinussen aftur upp á spæl, tá ið hann økti um HB leiðsluna til 2-0. Hetta var fjórða málið hjá Adriani í ár. Mads Borchers átti uppleggið til 2-0 málið, og ein minutt seinni økti HB um m unin til 3-0. Málskjútti var Mikkel Dahl, sum skoraði 9. málið í ár. Uppleggið átti vongverjin í høgru Hanus Sørensen.

 

Tveir minuttir undan leikloki peikaði Alex Troleis aftur á brotsparksblettin, og nú var tað Mads Borchers, sum úr 11 metrum umsetti til mál og 4-0 heimaleiðslu. Hetta var fjórða málið hjá Mads Borchers í ár.

 

Mikukvøldið fer HB at spæla á útivølli ímóti Víkingi, og 2. hvítusunnudag fær HB vitjan av EB/Streymi. Dysturin í dag var annar á rað hjá TB á útivølli. TB fer at spæla tríggjar ferðir á útivølli aftrat, áðrenn tvøramenn aftur eiga heimavøll við Stórá í Trongisvági. 2. hvítusunnudag gongur leiðin hjá TB til Sørvágs.

 

 

 

HB – TB 4-0 (0-0)

 

1-0: Adrian Justinussen br

 

2-0: Adrian Justinussen

 

3-0: Mikkel Dahl

 

4-0: Mads Borchers br