Aftur ein kroystur at gjalda pengar

Í gjár vendi ein persónur sær til løgregluna, tí onkur royndi at kroysta pengar frá honum á netinum

 

Talan var um ein persón, sum segði seg hava fingið teldupost frá einum, sum royndi at noyða pengar frá honum. Sagt varð, at viðkomandi hevði hakkað seg inn í telduna og fingið atgongd til alt innihaldið hjá hesum persóninum og royndi at fáa hann at gjalda honum 800 dollarar í bitcoin fyri ikki at leggja allar viðkvomu upplýsingarnar alment fram.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at talan var um ein sonevnda fishingmail – ein sum royndi at lumpa viðkomandi at koma við upplýsingum. Hesin hevði ikki fingið atgongd, men royndi at lumpa viðkomandi.

– Bestu ráðini eru at skifta loyniorð javnan, sigur vaktleiðarin á politistøðini.