Afturelding og Valur vunnu - Stjarnan tapti

Næstseinasta umfarið í grundspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini var leikt í kvøld

Øll trý føroyingaliðini í bestu íslendsku hondbóltsdeildini vóru í leiki í kvøld.

 

Sveinur Olafsson, Hallur Arason og liðfelagarnir í Afturelding vunnu á heimavølli stórsigur 34-20 (12-9) á Fjölnir.

 

Hallur var við fimm málum millum næstbestu málskjúttarnar hjá Afturelding. Sveinur skoraði tvey mál.

 

Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali vunnu á útivølli í Kópavogi greiðan 33-25 (14-9) sigur á HK.

 

Bjarni skoraði trý mál og Allan eitt mál.

 

Jóhannes Bjørgvin og liðfelagarnir í Stjörnuni taptu á útivølli 32-34 (15-19) fyri ÍR.

 

Øll trý føroyingaliðini hava vunnið seg millum átta tey fremstu liðini í grundspælinum, og skulu sostatt spæla meistaraskapsfjórðingsfinalur. Nú manglar bert eitt umfar í grundspælinum.

 

Í seinasta umfarinum í grundspælinum spæla føroyingaliðini soleiðis komandi mikukvøld: Valur-Haukar, Grótta-Afturelding og Stjarnan-Fram. 

 

Í fjórðingsfinalunum møtir nummar eitt nummar átta, nummar tvey møtir nummar sjey, nummar trý møtir nummar seks, og nummar fýra møtir nummar fimm.  

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirVJTMál+/-Stig
1Valur211524690:6088232
2FH201433600:5277331
3Fram211515721:6457631
4Afturelding211335677:5918629
5Haukar211137664:5828225
6ÍBV21858649:658-921
7Stjarnan21849600:627-2720
8HK217212611:629-1816
9KA205312580:635-5513
10ÍR215313653:748-9513
11Grótta214314585:634-4911
12Fjölnir214017546:692-1468