Tingsforkvinnan fund við norðurlendskar starvsfelagar

Norðurlandadagur: Í morgun var fundur millum tingforfólkini í teimum norðurlendsku tingunum

Løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, luttók á talgilda fundinum við norðurlendsku starvsfelagar sínar, har ymisk viðkomandi viðurskifti vórðu umrødd.

 

Fundurin er ein liður í eini røð av fleiri tiltøkum, sum norðurlondini skipa fyri, nú norðurlandadagurin liggur fyri framman. 

 

Norðurlandadagurin er komandi sunnudag 23. mars.

 

Føroyskur limaskapur umrøddur

Løgtingsforkvinnan legði á fundinum dent á týdningin, at norðurlondini stuðla ynski Føroya, um at gerast fullgildigur limur í Norðurlandaráðnum, og at fáa fast pláss í formansskapinum.

 

Hetta var eisini nakað, sum eitt nú íslendska umboðið, Bryndis Haraldsdóttir, bæði tók undir við, eins og hon undirstrikaði stóra týdningin av. - Neyðugt er við samstarvi við baltisku londini og londini kring Arktis, men fyrst og fremst eiga vit at innlima hini londini í norðurlendska samstarvinum, segði Bryndis Haraldsdóttir, næstforkvinna í íslendska altinginum.

 

Norðurlendska samstarvið størri týdning nú enn nakrantíð

Elsta økis-politiska samstarvið í heiminum, varð undirskrivað ímillum norðurlond, í árunum eftir seinna heimsbardaga. Endamálið var at tryggja norðurlendsku londunum trygd, at varðveita fólkaræði og at skapa frið. 

 

- Norðurlendska røddin hevur, sum ein rødd fyri fólkaræði og sameining, størri týdning nú enn nakrantíð, nú einaræðisharrar sameinast og fólkaræðið missur lendið, segði Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna. 

 

Løgtingsforkvinnan vísti í hesum sambandi á týdningin av tættari norðurlendskum samstarvi. Eitt nú tá viðvíkur veitingartrygd í mun til mat, reint vatn, heilivág, kaðaltrygd, fyri borgararnar í norðurlendsku londunum.  

 

Svenskur formanskapur

Svøríki tók við formanskapinum í norðurlandaráðnum í ár. Í tí sambandi luttók forsetin fyri norðurlandaráðið, Helené Bjørklund, á fundinum og legði skránna fyri 2025 fram: Norden tillsammans - Nordiska nytta och sammanhållning i en orolig tid.

 

Í skránni verður dentur lagdur á samanhald í einum ótryggum heimi og gerandisvirði, umframt at sameina arbeiðið hjá Norðurlandaráðnum enn betri í landsins parlamentum. 

 

Ein tann mest nágreiniliga viðgerðin í øllum norðurlondum er í løgtinginum

Júst sameining av arbeiðnum hjá Norðurlandaráðnum og hvussu forfólkini og tingið kann verða við til at tryggja, at norðurlendska arbeiðið verður framt í teimum norðurlendsku tingunum, var eitt av evnunum, ið dentur var lagdur á á fundinum.

 

Forfólkini greiddu frá, hvussu tilráðingar frá Norðurlandaráðnum verða viðgjørdar í teimum ymsu tingunum.

 

Í Føroyum verða tilráðingarnar lagdar fyri Løgtingið, sum eitt uppskot til samtyktar. Uppskotið fær síðani viðger í Løgtingsins uttanlandsnevnd, sum skrivar álit í málinum.

 

Síðani fer uppskotið til 2.viðger í Løgtinginum, har tað verður endaliga samtykt ella felt.

 

Eftir at hava hoyrt forfólkini í hinum norðurlendsku tingunum greiða frá, hvussu tey viðgera tilráðingarnar, er greitt, at viðgerðin í Løgtinginum ein hin mest nágreiniliga í øllum Norðurlondum. Í Løgtinginum verður norðurlendska arbeiðið raðfest høgt.

 

Løgtingsforkvinnan á talgildum fundi við norðurlendsku starvsfelagarnar

 

##med2##

 

Síðst í marts mánaði verður ein sokallað tema-sessión í Helsinki, har tey bæði føroysku umboðini luttaka